Í síðstu viku vórðu fyrstu fýra luttakararnir til donsku tónleikasendingina Toppen af Poppen kunngjørdir. Tá varð greitt, at Teitur Lassen skal vera við í vælumtóktu sendingini, har kendir tónleikarar tulka sangirnar hjá hvørjum øðrum.
Í øllum førum, so eru allir tónleikararnir nú almannakunngjørdir, og teir eru nú samlaðir og klárir at fara undir upptøkurnar, sum vera á hotelli á Fanø. Umframt Teit so vera hinir luttakararnir: Chief 1, Medina, Anders Blichfeldt (vantar á myndini), Carl Emil Pedersen, Cecilie Nørby og Kwamie Liv. Hetta eru sera áhugaverdir og navnframir tónleikarar.
Tað verður spennandi at fylgja við í heyst, tá hesir tónleikararnar vónandi fara at geva nýtt lív til sangirnar hjá hvørjum øðrum. Tað er meira enn so komið fyri, at tulkingar í Toppen af Poppen hava vunnið hjørtuni á dønum.
Vit hava savnað nakrar av teimum størstu og bestu tulkingunum í Toppen af Poppen saman, og niðan fyri ber til at síggja videoupptøkurnar av sangunum.
Barbara Moleko tulkar “Indianer” hjá Anne Dorte Michelsen” í 2014
##med2##
Mads Langer tulkar “Overgir mig langsomt” hjá Sanne Salomonsen í 2012
##med3##
Ida Corr tulkar "Når Jeg Bliver Gammel" hjá Gnags í 2016
##med4##
Jokeren tulkar “Elsker dig for evigt” hjá Lars H.U.G í 2010
##med5##