Í gjáramorgunin royndi ein atgerðarkvinna at stjala Jesusbarnið úr krubbuni í Vatikaninum. Hetta hendi stutt áðrenn Frans, pávi, skuldi tala fyri stóru mannamúgvuni, okkurt um 50.000 fólk, sum var samlað á Pætursplássinum í Vatikaninum.
Kvinnan rópti "Gud er kvinna," í tíð at hon leyp um gyrðingina, sigur ein tíðindamaður hjá Reuters, sum var á staðnum.
Kvinnan, sum var ber upptil, vann heilt fram til krubbuna og fekk lyft Jesus-barnið úr henni, áðrenn trygdarfólk komu fram til hennara og steðgaðu henni.
Kvinnan er eftir øllum at døma partur av atgerðarbólkinum Femen, ein feministisk rørsla, sum av og á skipa fyri slíkum atgerðum, har tær, sum luttaka, eru toppleysar.
Sambært einari bloggu hjá Femen gjørdi kvinnan, Alisa Vinogradova, hetta fyri at varpa ljós á hugburðin hjá katólsku kirkjuni til fosturtøku og nýstluna av fyribyrging.
Ein onnur kvinna frá Femen royndi eisini at stjala Jesusbarnið úr krubbuni í 2014.