Toppnøvn í Sarajevo

Føroyavinurin Ivan Sokolov hevur støðugt seinastu 10 árini ligið omanfyri 2600-ratingmarkinum og nærkast nú 2700. Hann telvar í løtuni saman við eitt nú Alexei Shirov í 33rd Bosnian Tournament

Við somikið kendum nøvnum sum David Bronstein, Michail Tal, Viktor Korchnoi, Predrag Nikolic og Garry Kasparov, sum vinnarar av kappingini, er talan um eina sera søguríka og altíð vælmannaða kapping við heimsstjørnum. Í ár er einki undantak.
Absoluttu toppnøvnini í ár eru Shirov (2735 ratingstig) og Bareev (2734). Enn hevur 16 ára gamla undurbarnið Radjabov (2644) ikki førkað seg innum topp 10, men hann er væl á veg og kanska verður hendan kapping honum ein vegur fram til hetta mál. Í øllum førum vinnur hann sær rating í hvørjari kapping hann luttekur í. Einki og eingin tykist at steðga honum.
Sokolov, sum seinast var í Føroyum í 1997, hevði á næstseinasta lista heili 2688 í rating, men er siðani follin eitt petti niður á eitt eisini vælljóðandi tal, 2677. Í fjør bleiv hann næstir í røðini í hesu somu kapping, aftanfyri Movsesian úr Slovakia, sum somuleiðis luttekur í ár.

Sokolov gó_a byrjan
Einans eitt umfar eru telvað í skrivandi løtu. Vinnarahugurin tykist avgjørt at vera til staðar, eftirsum at vinnari bleiv funnin í fýra av teimum fimm talvunum. Shirov, Sokolov, Radjabov og Movsesian vunnu allir. Ein av favorittunum, Bareev, mátti lúta fyri Movsesian. Sokolov vann á lægst rataða telvaranum, Dizdarevic (2491). Teir tíggju luttakararnir skulu allir telva ímóti hvørjum øðrum.
Talvið hesa vikuna er sigurin hjá Sokolov.

Talvið hesa vikuna

GM Sokolov,I (2677) ? GM Dizdarevic,E (2491)
Bosnia GM Sarajevo BIH (1), 18.05.2003

1.d4 d5 2.c4 c6 3.Nf3 Nf6 4.Ric3 dxc4 5.a4 Fa5 6.Bd2 Ff5 7.e3 Be6 8.Be2 (Tann tryggi hátturin var Rie5, sum gevur hvítum finnuna aftur) 8...Ribd7 9.0?0 h6 10.a5 Rc8 11.Fa4 Bd5 12.Rixd5 Rixd5? (cxd5 tykist sera nátúrligt. Møguliga var_ svartur bangin fyri Fb5 og tí heldur veiku b-finnuni) 13.Bxc4 g5 14.Rfe1 b5 15.axb6 Ri5xb6 16.Fa6 g4 17.e4 Fh5 18.Rie5 Rixe5 19.dxe5 Bg7 [19...Fxe5?? 20.Bc3] 20.e6! (Skræðir svørtu støðuna sundur, og kongurin verður nakin av tí sama 20...Be5 21.exf7+ Kf8 (Kongurin kann tykjast tryggur á f8, men tað heldur ikki í longdini 22.g3 Rd8 23.Rad1 Kg7 24.Ba2! (Idéin við leikinum kemur seinni...) 24...Bd4 25.Fe2 Fg6 26.Bf4 Kh7? (Als ikki tíð til slíkt. e5 var helst betri) 27.e5! Diagram