Ársins áleyparar í føroyskum fótbólti eru nú kosnir á árliga Fótbóltsgalla, sum Miðlahúsið, FM1 og FSF skipa fyri á Hotel Hafnia í kvøld.
Hjá monnunum vóru Patrik Johannesen (KÍ), Páll A. Klettskarð (KÍ) og Klæmint A. Olsen (NSÍ) tilnevndir, og ikki óvæntað var tað Klæmint A. Olsen, sum streyk avstað við heiðrinum. Hann setti nýtt málmet hetta kappingarárið við at skjóta 26 mál í Betrideildini.
Hjá kvinnunum vóru Rebekka Benbakoura (HB), Hanna I. Højgaard (ÍF/Víkingur/B68) og Heidi Sevdal (HB) tilnevndar, og eisini her var tað toppskjúttin, sum fekk heiðurin - nevniliga Heidi Sevdal, sum skeyt 25 mál í Betrideildini í ár.
##med2##