Toppskjúttin søkti háborgina hjá TB

Fótbóltur: Við 3-1-sigri á TB sunnudagin eydnaðist tað NSÍ at gera seg inn á háborgina hjá TB við Stórá og at fáa trý kærkomin stig

TB var undan dystinum sera væl koyrandi og hevði bara tapt ein av teimum seinastu átta dystunum. Hetta vitnar um eina góða formkurv, men teir skuldu ikki fáa lætt ímóti einum berjandi NSÍ-liði, sum ungir og treiskir kýta hvørja lykkju í kroppinum eftir at fáa stig burturúr. Og teir høvdu tørv á teimum.

Eitt mál í part
TB lá kanska heldur óvæntað nakað afturliga á vøllinum frá dystarbyrjan, men við einari sterkari miðverju er tað kanska ikki nakar beinleiðis vandi ikki at vera spælstýrandi, somuleiðis sum teir hava eina styrki í sera kvikum leikarum, tá ið møguleikin umvegis skjótálop býðst.
NSÍ vann sær tó ikki nógv vandameiri enn nøkur hornaspørk fyrstu løtuna, og tá ið TB fekk bóltin, var ein væl upplagdur Gilli Sørensen ein støðug hóttan.
NSÍ hevði sum heild yvirtakið í fyrra hálvleiki, og tað var ikki óuppiborið, at teir komu á odda tá ið 39 minuttir vóru leiktir. Jann Martin Mortensen, sum henda dystin spældi á vonginum, legði eitt gott innlegg inn í TB-brotsteigin, har málrevurin Klæmint A. Olsen við høvdinum hegnisliga stýrdi bóltin í málhornið til 1-0 til gestirnar.
Hetta fekk lív í TB-leikararnar, sum vóru skjótir at svara aftur. Gilli Sørensen lá enn einaferð framvið, og tá ið Helgi L. Petersen misti fótafestið, gjørdist hann púra leysur. Hann sveik ikki álitið og til stóra frøði fyri væl uppmøttu heimaáskoðarafjøldina sendi hann bóltin í netið til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.

NSÍ avgjørdi
Frá byrjan í seinna hálvleiki var tað eyðsæð, at liðini ikki vóru nøgd við at býta stigini ímillum sín, men heldur ætlaðu sær øll trý stigini. Tað var ein ferðmikil og hendingarrík byrjan, ið borðreiddi við nógvum málmøguleikum. Málskjúttarnir, Klæmint A. Olsen og Gilli Sørensen, lógu báðir framvið at leggja sítt lið á odda, somuleiðis sum Magnus Olsen bara var eina stórbjarging frá Ivan Stojkovic at senda eitt fríspark beinleiðis í málið. Eisini Bojan Timic var nær við eftir frálíkt langskot, men Kristian Joensen vildi ikki standa nakað aftanfyri starvsfelagan hjá TB og bjargaði eisini meistarliga.
Tað var TB, sum næstu løtuna legði trýst á NSÍ. Teir vórðu tó revsaðir fyri úrslitaleysu atsóknirnar, tí tá ið seinni hálvleikur var júst hálvrunnin, legði NSÍ seg á odda 2-1. Árni Frederiksberg breyt ígjøgnum í vinstru síðu, haðani hann sendi eitt flatt innlegg í málfeltið, har Klæmint A. Olsen aftur hevði runnið seg í góða støðu, setti fótin og bóltin og aftur legði NSÍ á odda. Klæmint A. Olsen er nú einsamallur toppskjútti í Effodeildini við níggju málum.
Heldur enn at TB svaraði aftur, eins og teir gjørdu í fyrra hálvleiki, so økti NSÍ um leiðsluna bara ein minutt seinni. Aftur hesaferð kom uppspælið umvegis gott vongspæl, og aftur hesaferð átti Jann Martin Mortensen næstseinasta fótin á. Úr høgru lat hann bóltin til Magnus Olsen, sum sendi leðurkúluna í málið til 3-1 til NSÍ.
Í eini roynd at koma við aftur í dystin legði TB nógv fyri fram eftir vøllinum, men NSÍ-verjan, NSÍ-málverjin og í eina førinum eisini tvørtræið vildu tað øðrvísi. Tað var NSÍ, sum var meiri avgjørt í avgerandi pørtunum av dystinum, og lønin teir fingu vóru trý kærkomin stig umvegis ein 3-1-sigur á háborgini hjá TB, sum teir kalla tað á Tvøroyri eftir góðu byrjanina á nýggja vøllinum.
Háborgin varð álopin henda dagin og nú er NSÍ við 14 stigum bara tvey stig aftanfyri júst TB. Tey bæði liðini eru nú í somu lyftu, sum kann fara upp ímóti miðfeltinum ella niður ímóti botninum.