Jógvan Skeel Nolsøe, sum hevur skotið níggju mál í ár, spælir komandi kappingarár við B36. Hann er uppvaksin í HB, men hevur seinastu tvey árini spælt á Argjum.
Í ár hevur 23 ára gamli framherjin verið ein av drúgvastu spælarunum inni í Vika. Hann hevur skotið átta mál í landskappingini og eitt í steypakappingini. Hann hevur verið partur av fleiri dystum enn nakar av hinum spælarum. Seinastu dystirnar hevur hann tó sitið á bonkinum.
Í B36 hava teir í eitt hálvt ár leitað eftir einum nýgjgum framherja, eftir at Ibrahima Camara bleiv valdur frá. Philip Lund kom til í summar, men hevur verið nakað darvaður av skaða. Óvist er, um hann verður í B36 komandi ár.
Nú er so líkt til, at tað verður ein HB’ari úr AB, sum skal skjóta málini fyri B36. Væntandi váttar B36 tíðindini í kvøld.