Fótbóltur
Tað gekk sum eftir bókini, tá ið tað í vikuskiftinum var fult umfar í næstbestu deildini. VB/Sumba, 07 Vestur, AB og TB eru tey einastu, sum hava møguleika at flyta upp, og tey fýra vunnu øll fulla úrtøku.
Mest sannførandi úrslitið var í dýrdarveðrinum á Vágseiði, har VB/Sumba vann 6-0 á teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Harvið varð vikan rættiliga góð hjá vágbingum og sumbingum og øllum hinum úr oynni, sum eru við til at manna liðið.
Superveteranurin Birgir Jørgensen dugir framvegis at brúka høvdið. Tað staðfesti hann við at skora trý mál ímóti EB/Streymi. Mest eyðsýndi spælarin var Jón Krosslá Poulsen. Hann skoraði eina ferð, og hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum. Pól Thorsteinsson er vorðin miðvallari, og hansara fótbóltsgløgni skapir góða javnvág.
07 Vestur var í Gundadali, og tað eydnaðist at vinna 2-1 á HB. Talan var um tætta og eftir umstøðunum ferðmikla uppgerð. Merkisvert var tað, at ein spælari hjá hvørjum liðnum varð rikin av vølli í 2. hálvleiki. Hetta mundi vera fyrsta reyða kortið, sum HB miðvallarin Emil Nolsøe Leifsson nakrantíð hevur sæð.
Hjá HB stríðist Marcin David við at endurvinna plássið á Formulaliðnum. Tróndur Vatnhamar hevur verið stinnur, síðani hann fekk møguleikan, tá ið David varð skaddur. Í sambandi við langskotsmálið hjá Jóan Peturi á Stongum til 1-0, var málverjin ikki sørt passivur. Emil Nolsøe Leifsson javnaði við brotssparki, sum varð dømt fyri hands, og so skoraði Jóan Petur á Stongum aftur við langskoti.
Á Svangaskarði stríddist B68, sum telist millum tey niðastu, ógvuliga væl. Tað eydnaðist toftamonnum at leggja seg framum bæði 1-0 og 2-1, og í 2. hálvleiki, tá ið tað leingi reið um snarið, hevði heimaliðið eins stórar møguleikar sum AB. Kortini eydnaðist tað AB at vinna 3-2.
Emil Olsen legði heimaliðið framum í 4. minutti eftir innlegg úr høgru. Tróndur Sigurðsson javnaði í 9. minutti, eftir innlegg úr høgru, og tá ið eitt korter var farið, var tað ógvuliga evnaríki Jóan Símun Edmundsson, sum legði B68 framum aftur.
Í 22. minutti svaraði AB aftur. Málskjútti var Allan Mørkøre, eftir at innlegg var komið úr høgru. Tíðliga í 2. hálvleiki sendi Jóan Símun Edmundsson hjá B68 bóltin í stólparótina, og í næsta álopið var tað Dion Splidt hjá AB, sum fluktari í tvørtræið, og so var tað, at Allan Mørkøre skoraði sigursmálið.
TB vann 3-1 á teimum næstbestu hjá KÍ, og tað var fyrstu ferð í ár, at TB hevur vunnið fulla úrtøku á útivølli. Hetta var eisini fyrsta ferðin í fýra teimum seinastu umførunum, at TB hevur vunnið trý stig.
KÍ legði seg skjótt framum 1-0. Málskjútti var unglingaspælarin Eli Simonsen, sum eftir snarálop skoraði úr 20 metra fjarstøðu.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði TB. Óli Johannesen skoraði við høvdinum, eftir at horna var komið innfyri úr vinstru.
Tá ið ein tími var farin, legði Pætur Holm TB á odda. Tað var eisini eftir horna úr vinstru, og tað var eisini eftir at Óli Johannesen hevði roynt við høvdinum ímóti málinum.
Tá ið tað restaðu fimm minuttir staðfesti Johan Eyvind R. Mouritsen TB sigurin. Tað gjørdi hann við at umseta brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Olivur Abrahamsen varð feldur í brotsteiginum.
Í gjár spældu NSÍ og Víkingur við Løkin í Runavík. Uppgerðin var óruddulig, og einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. Tá ið tað restaði eitt stórt korter legði Víkingur seg á odda. Málskjútti var Hjartvardur Hansen, sum eftir sending mitt fram eftir vøllinum varð leysur og setti bóltin framvið Predrag Stankovic í NSÍ málinum.
NSÍ trýsti nógv eftir at Víkingur hevði mist ein mann. Útjavnandi málið skoraðu teir í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Málskjútti var Monrad Holm Jacobsen, sum eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram setti bóltin í málið.