Torførari hjá Danmark og Svøríki í dag

Norðurlond kundu øll fegnast um stórsigrar ígjár, men talan var um trý ?menningar?lond í hondbóltshøpi. Danmark vann 40-27 á Brasilia, Svøríki vann 41-14 á Kuba, og Noreg vann 39-23 á Saudi Arabia.

 

Noreg møtir Brasilia í dag kl. 15.15, og er tað ein dystur, sum Noreg eigur at vinna. Svøríki spælir ímóti Suðurkorea kl. 17.30, og Danmark spælir ímóti Serbia kl. 19.15.

 

Veteranurin á danska landsliðnum, Lars Christiansen heldur seg hava uppskriftina til at kunna sigra á serbiska liðnum: - Serbar eru kendir fyri, at tá tað gongst væl, so eru teir ikki til at steðga. Men um ein trýstir teir, og teir sleppa at kenna mótgongd, so er skjótt at spælið hjá teimum dettir sundur. Júst hetta er nakað, sum eg haldi at vit skulu gagnnýta fyri at vinna í dag. Vit skulu trýsta teir frá byrjan av, og so trúgvi eg ikki, at teir koma at renna so nógv. Og so eri eg vísur í, at vit vinna á teimum. Sigur Lars Christiansen við danska TV2.

 

Svøríki hevur ein torføran dyst ímóti Suðurkorea. Magasjúka ger nú um seg í svenska hópinum. Dalibor Doder fær ikki spælt við í dag orsaka av magasjúku, og nú óttast venjarin, Ola Lundgren, at magasjúkan kann spreiða seg í hópinum. Svensku vónirnar eru tí nakað dempaðar, nú teir skulu takast við Suðurkorea, sum mundi koppað kroatisku vertunum í setannardystinum.

 

Norska ítróttarpressan leggur upp til nýggja málveitslu í dag. Herðsla verður løgd á, at Brasilia er sterkari enn Saudi Arabia, men brasilska liðið er ikki nóg sterkt til at hótta Noreg.