Kendi føroyski silvursmiðjurin og skemtarin, Torgerð Suðuroy, letur nú aftur handil sín við Áarvegin í Havn.
Men Torgerð sigur tó, at hetta hvørki er orsakað av, at hon ikki orkar meira ella tí tað ikki gongst væl at selja lutirnar. Torgerð er uppsøgd, tí húsini við Áarvegin skulu seljast.
Tískil æltar silvursmiðjurin í Vági at halda fram at selja føroyskar gávulutir, prýði til føroyska búnan og annað føroyskt prýði í høvuðsstaðnum. Hetta verður í handlinum Sirri í Vágsbotni, har Suðuroyar Ullvirki selur føroyskar troyggjur í serligum nýmótans sniði.
Torgerð Suðuroy sigur, at nú handilin við Áarvegin í Havn letur aftur, fær hon betur stundir at klæða suttur, barnaskógvar og aðrar minniligar lutir fyri fólk. Hetta, sigur hon, hevur víkt fyri handlinum við á Áarvegin.