Beiggi okkara, Torgir Strøm í Porkeri, fyllir 70 ár 22. maj. Torgir er elsti sonur Torkil og Herborg Strøm í Vági. Barnaheimið var á Løðhamri, og har vaks hann upp saman við okkum 4 systkjum, Maritu, Jonhild, Hans Paula og Mariu. Meðan hann var smádrongur búðu eisini í húsunum á Løðhamri omman og abbin, Maria og Petur Strøm, Vera, pápasystur okkara, og Osvald, pápabeiggi, við konuni Selmu og børnum teirra, Annemiu, Piddi og Jóanis.
Jú, har var gaman. Og Tórgir dugdi væl at fylla sínar dagar. Altíð niðri í mølini á flaka ella í báti á fjørðinum við glúpi, ella í bjørgunum eftir pisum. Mangar karmar tók mamma upp meðan hon sang: ”onki gerð, vátur er, ofta raskur drongur”. Men hann dugdi eisini so væl at tekna, sum oftast skip við fullum seglum. Skemtiligar tekningar eisini, ikki minst av skúlalærarunum. Hugflogið var stórt.
Altíð varð hann glaður og í góðum lag. Ein føddur optimistur. So lívsappetitturin var stórur. Hann varð aldrin í iva um, hvat hann skuldi verða, tá hann bleiv stórur. Sjómaður! Men tó ráddi pabba: skúlan fyrst, realeksamin áðrenn hann slapp nakran veg.
Endiliga upprann dagurin. Liðugur við skúlan og so til sjós 16 ára gamal. Fyrst í sildina við Agnes Louise. Men so fekk hann tjans við tí prýðiligu skonnartini, Borgini hjá Torvaldi Hjelm. Fyrst vártúrin á Suðurlandið. Og so seinna túrin til Grønlands. Hetta gjørdist vanlukkutúrur, tí eldur kom í Borgina, og hon sakk, men manningin varð bjargað. Hetta fekk ikki Torgir til at missa hugin til sjógvin. Havið varð hansara lagna. Hann hevur altíð elskað lívið til sjós, sjálvt um tað gav nógvar harðar brestir.
Eftir hetta fór hann við Hermani í Garðinum, fyrst við Beinisvørð og síðani við City of Norwich. Tó tá stóð hugurin út í stóru verð, so Torgir fór sum so mangur unglingi í farmasigling uttanlands – ella sum man segði, út í verðina at sigla á langfart til fjarskotnar strendur. Eftir tveimum árum vendi hann heimaftur. Tá var grønlandsútróðurin upp á tað besta, og tað skuldi eisini roynast. Tá síðst í 50’unum og fyrst í 60’unum kom ein nýggjur føroyskur fiskifloti við øllum stállínubátunum. Í Vági komu nógvir, fyrstur Jógvan á Gørðunum, síðani Magnus og Petur á Gørðunum, Óla Horn og Tummas við Kráir. Hetta var aftur ein nýggj avbjóðing fyri ungar raskar menn, og sjálvandi stóð Tórgir á bakkanum tá Jógvan á Gørðunum við Henningi Jensen í skipararútinum legði út á sín fyrsta túr.
Torgir fór á skiparaskúla, og í Havnini fann hann porkerisgentuna Amy. Tey giftist í 1961 og búsettust í húsunum á Nøgrun í Porkeri.
Torgir fór at føra skip. Langt er at siga alla søguna, men nevnast má tá hann og aðrir keyptu Kyrjastein í 1974 og høvdu hann í 15 ár, m.a. til laksuveiðu. Í 1990 fingu hann og aðrir ta stásiligu Vársól til bygdina. Seinastu árini róði Torgir út, tey flestu árini førdi hann Glyvraberg hjá Manne Næs í Hvalba.
Alt sítt drúgva lív sum sjóðmaður var Torgir nógv heimanifrá. Heima ein stuttan støðg, lorar koyggisekkin upp á land, altíð gávur við, fyrst til tey yngru systkinini, so til børnini. Og so avstað aftur.
Í dag sært tú hann standa við vindeyga og hyggja út á fjørð. ”Gott útróðrarveður í dag. Hevði man verði yngri”. Ikki man tað vera aldurin, men heldur heilsubrekið íð heldur honum aftur. Men so tekur hann abbungarnar við sær til fjals, leiðir tey á bólini og reiðrini og vísir teimum út á havið. Heimaftur komin bakar hann teimum pannukakur.
So ferð hann vestur í teldukamarið hjá sær, og har tekst hann so við tí, ið nú í mong ár hevur verið hansara stóri áhugi. At skjalprógva og útgreina ættarbondini. Hann fortelur gjarna okkum um slektina. Í 1997 kom so í bókabúðirnar bók hansara ”Fólk í Suðuroy 1584-1840”. Og í 2005 og 2006 gav hann út 8 bøkur um ”Fólkatal í Suðuroy 1801 – 1911”. Ongin ivi er um at hesar bøkur eru dýrgripir hjá ættargranskarum, eins og hjá vanligum fólki, ið sjálvi royna at kunna seg um uppruna sín. Torgir undirvísur eisini í kvøldskúlum í ættargransking.
Eitt sindur av frískari luft skal man hava. So ferð hann út til seyðin ella ein túr vestur til gæsirnar.
Torgir hevur verði sínum góður. Altíð so hjartansgóður og gávumildur. Hann hevur tað best við øllum sínum tætt hjá sær. Vit systkin tíni ynskja tær tillukku við degnum og takka tær og Amy fyri alla góðsku og fyri at vit altíð eru vælkomin í heimi tykkara í Porkeri.