FÓTBÓLTUR
Tá Fernando Torres stutt inn í seinna hálvleik í dystinum ímóti Manchester City minkaði um munin, var tað í mangar mátar eitt umráðandi mál. Hann skapti eina vón um, at dysturin var alt annað av avgjørdur – og Fernando Torres skuldi vísa seg at fáa rætt.
Men málið var eisini umráðandi og merkisvert í aðrar mátar. Tað var nevniliga mál nummar 1000 hjá Liverpool í Premier League. Harumframt syrgdi Fernando Torres við málinum fyri, at hann saman við kekkiska Patrik Berger gjørdist tann útlendski leikarin, ið hevði skotið flest mál fyri Liverpool í Premier League.
Stívliga eitt korter seinni gjørdi Torres enn eitt merkisvert mál, tá hann við høvdinum javnaði til 2-2 fyri Liverpool. Einki serstakt var við sjálvum málinum, men við tí fór hann framum Patrik Berger, og skrivaði seg harvið inn í søgubøkurnar í Liverpool sum teirra mestskorandi útlendingur í Premier League – 29 mál.
Í yvirtíðini var Torres aftur framvið. Tá átti hann uppleggi til málið, sum Dirk Kuyt setti í netið. Harvið hevði spanski áleyparin hjá Liverpool ein fót við í øllum trimum málunum hjá Liverpool.
Ein staðfesting av hansara týdningi fyri Liverpool, og ein staðfesting av, at hann er ein leikari í heimsflokki.
Heldur áfram frá í fjør
Ævintýrið um »El Niño«, ið Fernando Torres verður róptur og sum merkir barn og sipar til, at hann bæði sær ógvuliga ungur út, og at hann ikki var meiri enn 16 ára gamal, tá hann spældi sín fyrsta dyst fyri Atletico Madrid.
Trý ár seinni, sum 19 ára gamal, gjørdist hann liðformaðurin fyri Atletico Madrid. Hetta var í 2003 og sama ár spældi hann eisini sín fyrsta landsdyst. Á sumri í 2007 skifti Fernando Torres til Liverpool. Tá hevði hann skotið 82 mál í 214 dystum fyri Atletico Madrid.
Fyrsta kappingarár hansara í Liverpool var ein stór succés. Hann gjørdi 24 mál í Premier League og var somuleiðis Liverpool ein góður maður í Champions League. Higartil í ár hevur hann gjørt fimm mál í Premier League, og tað hava bara Jermain Deffoe og Amr Zaki eisini megnað. Við øðrum orðum heldur fram við góðu gongdini frá í fjør.
Chelsea og United vunnu trygt
Tað sama kann ikki sigast um Christiano Ronaldo. Eftir fantastiska kappingarárið í fjør, har hann gjørdi 31 mál í Premier League, varð hann skurðviðgjørdur, og enn hevur hann ikki nátt somu hæddum sum í fjør. Kviki portugisin legði tó upp til seinna málið á Ewood Park, har Manchester United vann 0-2 á Blackburn. Málini gjørdu Wes Brown og Wayne Rooney.
Eisini Chelsea vann 2-0, tá teir á heimavølli tóku ímóti Aston Villa. Joe Cole og Nikolas Anelka gjørdu málini. Harvið eru teir fremstir í Premier Leauge við 17 stigum. Tað sama hevur Liverpool, sum tó ikki hevur gjørt heilt so nógv mál sum Chelsea.
Og tað man neyvan koma heilt óvart á tey flestu, at tað Chelsea er fremst. Hinvegin er tað púra óvæntað, at Hull, sum ongantíð áður hevur spælt í bestu ensku deildini, liggur á triðja plássi.
Gamla felagið hjá Juliani Johnson basti um vikuskiftið Tottenham, sum í mun til Hull City hevur fingið eina vanlukkuliga byrjan upp á kappingárið. Einans tvey stig hevur stóra felagið úr London fingið útav 21 møguligum, og tískil liggur Tottenham aftast í Premier League.
--
Úrslitini í Premier League hetta vikuskiftið:
Everton - Newcastle 2-2
Tottenham - Hull 0-1
Manchester City - Liverpool 2-3
Portsmouth - Stoke 2-1
Chelsea - Aston Villa 2-0
West Ham - Bolton 1-3
Blackburn - Manchester United 0-2
Sunderland - Arsenal 1-1
West Bromwich - Fulham 1-0
Wigan - Middlesbrough 0-1
--
Støðan í Premier League:
Chelsea 17
Liverpool 17
Hull 14
Arsenal 13
Aston Villa 13
West Ham 12
Portsmouth 12
Manchester United 11
West Bromwich 10
Blackburn 10
Manchester City 9
Middlesbrough 9
Wigan 8
Sunderland 8
Everton 8
Bolton 7
Fulham 6
Newcastle 5
Stoke 4
Tottenham 2