Tollaksmessudag, ið fór, verður býráðsformaðurin í Havn í Sosialinum endurgivin fyri at hava sagt, at Havnin er við at koma í neyð av tí stóra fólkatalinum, sum flytir higar. Eisini verður býráðsformaðurin endurgivin fyri at hava sagt, at neyðugt verður at flyta almenna fyrisiting út á bygdirnar.
Fyrsta hugsanin var at býráðsformaðurin man vera skeivt endurgivin.
Sambært Sosialin gremur býráðsformaðurin seg um stóru tilflytanina og at hann skjótt væntar at skulla bjóða íbúgvara nummar 16.000 vælkomnan til Havnar.
Mantalið í
Tórshavnar kommunu
Líta vit at manntalinum fyri Tórshavn, síggja vit at íbúgvaratalið í upprunaligu Tórshavnar kommunu, tað vil siga í tí partinum av kommununi sum hon var fyri einum 25 árum síðani millum Sandá og Hoydalsá, er tað at siga óbroytt í útvið einum mannaminni. Íbúgvaratalið hevur ligið millum 11.000 og 12.000 fólk.
Íbúgvaratölini fyri tað, sum í dag er Tórshavnar kommuna, tað eru Tórshavn, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Norðasta Horn, Argir, Syðradalur og Norðadalur, eru seinastu 11 árin hesi:
01.01.198815.716
01.01.198916.039
01.01.199016.256
01.01.199116.203
01.01.199216.229
01.01.199316.138
01.01.199415.689
01.01.199515.134
01.01.199615.276
01.11.199615.460
01.11.199715.771
Av yvirlitinum sæst at íbúgvaratalið seinastu 11 árini sum so ikki vísa nakran vökstur, men nakrar broytingar eru.
Eftir tveimum árum, frá 1988 til 1990, ökist talið við 540 fólkum úr 15.716 til 16.256 fólk.
Frá 1990 til 1995 minkar fólkatalið í tí sum í dag er Tórshavnar kommuna við 1.122 fólkum, úr 16.256 niður í 15.134 fólk.
Frá 1. januar 1995 til 1. november 1997, í slök 3 ár ökist fólkatalið aftur við 637 fólkum, úr 15.134 upp í 15.771.
Hóast henda vökstur, so eru íbúgvaranir í Tórshavnar kommunu 1. novenber 1997, næstan 11 ár seinni, ikki stórt fleiri enn teir vóru í 1. januar 1988.
Tilflytingar og fráflytingar
Orsökin til ta stóru fráflytingina frá 1990 til 1995, ivast fá í, kom av ringu tíðunum, ið tá vóru. Tá íbúgvaratalið so í 1995 aftur fer at ökjast, man tað ivaleyst koma av at tíðirnar eru batnaðar.
Hvörji fólkini eru, sum nú flyta til Havnar dugi eg ikki at siga. Ivaleyst eru nökur teirra fólk, sum ongantíð fyrr hava búð í Havn, men eg kundi hugsað mær at ein stórur partur eru nökur av teimum, ið fluttu burtur í ringu tíðunum, og sum nú koma aftur. Öll, ið fluttu úr Havnini ringu árini, koma tó neyvan aftur.
Tilflytan til hövuðsstaðin fer altíð at vera. Urbaniseran, tað merkir at gera landöki til býöki, ella í yvirfördum týdningi flytanina frá útjaðaröki til miðstaðaröki, er einki serföroyskt fyribrygdi, tað fer fram um allan heimin, og tað fáa vit illa forað fyri. Hetta hava býir og lond um allan heim roynt til fánýtis.
Vit kunnu skjótt verða samd um, at tað er óheppið, um hövuðsstaðurin gerðst ov stórur, og tá meira enn triðjingurin av fólkinum í landinum býr í Havn, so er hövuðsstaðurin ikki bara ríkiliga stórur, hann er longu vorðin ov stórur. Halda tey ráðandi eisini, at tað er óheppið at Havnin veksur ov nógv, er tað teirra skylda at tálma hesi menning. Tað er tað vit hava eitt býráð til.
Kommunusamanlegging í suðurstreymoy
Tá fört verður fram at hövuðstaðurin longu er vorðin ov stórur, kann tað tykjast lögið, at Havnin hevur virkað fyri at leggja kommunurnar í suðurstreymoy saman, ella leggja tær undir seg, sum onkur kanska vil siga. Tað munar lítið, at hava væl skipaði viðurskifti í Havn, tá alt uttanum Havnina sleppur at veksa vilt. Hetta eru grundirnar til at Tórshavnar býráð longu í 1973 fór undir fyrireikingarnar til at leggja alla suðurstreymoy saman í eina kommuni.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at leggja kommunurnar saman, tað hevur eisini sín kostnað. Kommunan, í hesum föri Tórshavnar kommuna, fær ikki einans ræði og stýringina av ökjunum uttanum, men hon arvar so sanniliga eisini allar teir syndir hesar kommunur hava gjört.
Eitt av grefligu dömunum man vera ætlanirnar hjá landsstýrinum um at flyta stóran partin av landsfyrisitingini út í glashúsið á Argjum, har hvörki sleppst til ella frá uttan at kýla seg niðan ímillum spælandi smábörn og barnavognar til argilsi fyri tey, ið hava örindi til hesar stovnar, og ikki minst til vanda fyri tey, ið búgva og liva á leiðini. Tað er ófatiligt at Tórshavnar býráð ikki fær steðgað tílíkum ætlanum.
Flyting av almennari umsyting
Tá býráðsformaðurin í Tórshavn verður endurgivin fyri at hava sagt, at neyðugt verður ar flyta almenna umsiting burtur úr Havnini út á bygdirnar, ber illa til at koma til aðra niðurstöðu enn at býráðsformaðurin ikki kann vera rætt endurgivin.
Aðalumsitingarnar, tað vil siga landsfyrisitingin og landsstovnar, hava hövuðssæti síni í Tórshavn, og her eiga tær at vera, annað vildi verið órationelt. Onkur vil kanska siga, at tað nýtist ikki at vera í Havn. Rætt er tað. Tað kundi verið aðrastaðni í meginökinum, men alt skal vera í sama stað. Skal okkurt flytast, skal alt flytast, lögting, landsstýri, landsfyrisiting og allir almennir stovnar, tí sum sagt, alt skal vera í sama stað. Tað hevði verið alt ov ólagaligt at spjatt eina so lítla fyrisiting í einum so lítlum landi á fleiri stöð. Men vandamálini flyta við. Tað er ikki av ongum hövuðsstaðurin er har hann er, tað er geogrefiski miðdepilin í Föroyum.
Tað er tó væl hugsandi, at almenn fyrisiting einaferð verður lögd til kommunurnar, men verður tá ivaleyst talan um deildir, ið koma at taka sær av umsitingini av málum, sum júst hava við einstöku kommununa at gera. Hetta verður tó neyvan veruleiki fyrr enn alt landið er skipað í einar 8 kommunur, og sum hava orku og kvalifiserað fólk til at taka sær av hesi fyrisiting.
Kommunalur útjavningargrunnur
Hóast Havnin eftir míni metan eigur at stríðast fyri at varveita tað virksemi, sum er í Havn, eins væl og bygdirnar eiga at stríðast fyri at varveita tað virksemi, sum náttúrliga eigur at vera á bygd, so eigur Havnin ikki at vera egoistisk. Sjálvandi skal Havnin virka fyri at fólkið í kommununi hevur tað gott, men vit mugu minnast til at treytin fyri at Havnin hevur tað gott er at bygdirnar eisini hava tað gott.
Vit mugu viðganga at umstöðurnar kring um í landinum eru ymiskar. Tí er neyðugt at kommunurnar eru solidariskar hvör móti aðrari, og styðja hvörja aðra. Tað kann verða gjört við at stovnaður verður ein kommunalur útjavningargrunnur, har tær kommunur, ið eru væl fyri eftir ávísum reglum gjalda til tær kommunur, ið eru minni mentar. Tað hevði kanska ikki verið órímiligt at tær kommunur, sum gjalda í grunnin fingu eina ávísa ávirkan á hvussu studningurin úr grunninum varð nýttur.
Tórshavn á nýggjárinum 1998
Finnur Johansen