Tórshavnar kommuna: Grøni kalendarin fyri 2026 er komin

Tíðindaskriv:

 

Grøni kalendarin fyri 2026 er komin. Í kalendaranum sært tú, hvørja viku títt grøna ílat verður tømt. Tú kanst taka grøna kalendaran niður í talgildari útgávu frá heimasíðuni hjá Kommunalu Brennistøðini.

Ynskir tú grøna kalendaran í pappírsútgávu, kanst tú heinta kalendaran á Endurnýtsluni, í Snarskivuni ella í Visit Tórshavn.

 

Grøni kalendarin 2026 (kob.fo)