Tórshavnar Manskór á ferð

Kórið er nógv umbiðið, og seinasta sangár hevði Tórshavnar Manskór fleiri enn 40 framførslur. 

Eftir væleydnaða konsert í Salt á Drelnesi leygarkvøldið hin 21. mai, setur Tórshavnar Manskór nú kós norðureftir, og hvítusunnudag klokkan 17 vitjar kórið í Gøtu kirkju.

 

Skráin fyri konsertina er sum altíð fjølbroytt. Ein væl samansett blanding av kirkjuligum og verðsligum verkum og sangum, bæði føroyskum og útlendskum. 

 

Høvuðskórleiðarar í kórinum, Bjarni Restorff og Kári Bæk, eru umboðaðir í skránni við egnum verkum, eins og sungið verður á donskum, norðurlendskum, enskum, týskum og latíni.

 

Umframt Bjarna og Kára, stjórna yngri kórleiðarar eisini kórinum á konsertini. Jón Festirstein, ið er kendur fiólleikari, er ein teirra og unglingin, Ari Hammer Joensen, ið er í útbúgving sum organistur, er hin. 

 

Harumframt stjórnar ein annar av royndu føroysku kórleiðarunum, Hanus Joensen, eitt av verkunum.

 

Tórshavnar Manskór varð stovnað av Kára av Reyni, sála, og Bjarna Restorff í 1986. Hesi 36 árini síðan stovnanina hevur kórið verið sera virkið, bæði innan- og uttanlands.

 

Kórið er nógv umbiðið. Seinasta sangár hevði kórið fleiri enn 40 framførslur. Serliga leisturin hjá kórinum “Tit ringja, vit syngja” er vælumtókur.

- Vit bjóða vælkomnum til konsertina í Gøtu kirkju hvítusunnudag klokkan 17, siga tey í Tórshavnar Manskóri.