Tórsvøllur aftur vorðin grønur

Arbeiðið, at leggja nýtt graslíki á Tórsvøll gongur væl, og væntandi verður nýggja undirlagið klárt at taka í brúk um eini tvær til tríggjar vikur

Arbeiðið, at leggja nýtt graslíki á Tórsvøll gongur væl, og væntandi verður nýggja undirlagið klárt at taka í brúk um eini tvær til tríggjar vikur. 5-1 sigurin hjá A-landsliðnum við monnum ímóti Liktinstein gjørdist seinasti dysturin á gamla graslíkinum á Tórsvølli. Í hesum døgum verður nýtt graslíkið lagt á vøllin, og um alt gongur eftir ætlan, kann nýggja undirlagið takast í brúk um eini tvær til tríggjar vikur, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tað eru skjótt tíggju ár síðan, at grasið á Tórsvølli bleiv skift út við graslíki, og nú var tíðin komin at leggja nýtt undirlag á vøllin. Og umframt at skifta sjálvt graslíkið, er stoytdoyvingar-undirlagið, ið liggur undir sjálvum graslíkinum, eisini skift.

 

Nýggi vøllurin á Tórsvølli verður av álvara tikin í brúk á ólavsøku, tá HB spælir heimadyst í UEFA Conference League.

 

Á Niðara vølli er komið so mikið ávegis, at gamla graslíkið og stoytdoyvingar-undirlagið er komið av, og síðan skal økið hampast og ruddast, nú tað hevur verið partur av byggiplássinum í samband við útbyggingina av Tórsvølli. Eftir ætlan verður arbeiðið, at skifta graslíkið á Niðara vølli liðugt um mánaðarskiftið juli-august.

 

##med2##

 

##med3##