Árni Joensen
Í 2005 eydnaðist gýtingin hjá toskinum í Grønlandi væl, og síðani hevur hesin árgangurin verið grundarlag undir fiskiskapinum. Men trupulleikin er, at hesi fimm árini síðani er hevur eingin góður árgangur verið, og tí eru menn farnir at spyrja, hvat hendir, tá 2005-árgangurin fer úr fiskiskapinum.
Spurningurin var til umrøðu í Landstinginum nú um dagarnar. Siumut-tingmaðurin Karl Lyberth hevði sett Ane Hansen, landsstýrismanni fyrispurning um, hvussu nógvur toskur verður eftir í Grønlandi, tá 2005-árgangurin er fiskaður. Í svarinum ásannaði landsstýrismaðurin, at eingin góður árgangur hevur verið síðani 2005, og at niðurstøðan tí má vera, at toskafiskiskapurin hvílir á einum sera veikum grundarlagi.
– Skulu vit hava ein varandi toskafiskiskap, er tað ein treyt, at vit fáa fleiri góðar árgangir, sum kunnu koma fyri teir, sum hvørva úr fiskiskapinum, segði Ane Hansen í svarinum.
Grønlendski náttúrustovnurin Pinngortitaleriffik ger í løtuni kanningar innanskers nærhendis Sisimiut, Nuuk og Qaqortoq fyri at vita, um meiri ungfiskur er á veg inn í fiskiskapin, sigur KNR.