Noreg: Norskir granskarar siga, at árliga toskaveiðan skal minka munandi, og hetta fara teir at leggja fram á fundi í Altjóða ráðnum í havgransking í komandi viku. Hetta skrivaði IntraFisk í gjár.
? Veiðan av toski í dag er alt ov stór. Vit fiska millum 50 og 60 prosent av nøgdini, ið kann verða veidd. Skulu vit hava eina vón um at fáa gýtingarlagið upp á eitt ráðiligt stig, fara vit at mæla til, at veiðan í 2003 ikki verður størri enn 33 ella 34 prosen, sigur deildarleiðarin, Kjell Nedreaas í Havngranskingarstovninum.
Hørð mál
Tað er í næstu viku, at norsku havgranskararnir fara til Keypmannhavnar at hitta limirnar í altjóða ráðnum fyri havgransking. Málið hjá Noregi er at limirnir í ráðnum skulu verða samdir um, at eitt viðmæli á 33-34 prosent av toski í Barentshavinum. Við minkingini vóna granskararnir at fáa gýtingarlagið upp frá 300.000 tonsum til 500.000 tons innan fá ár. Nederaas sigur, at hetta kan verða eitt hart mál at náa longu í 2003.
? Sannlíkindini fyri, at vit skulu klára hetta, hava nógv við, hvussu nógv av toski verður fiskaður framyvir, sigur Nederaas.
Granskararnir frá Havgranskingarstovninum skulu nú í gongd við útrokningarnar um, hvussu fiskastovnar klára seg, og hetta inniheldur eisini granskingarúrslit frá Russlandi og øðrum londum, fiska á hesum stovninum. Nedreaas vónar, at viðmælið frá Havgranskingarráðnum verður tikið til eftirtektar.