Totalur spanskur niðurtúrur

Longu nú stendur greitt, at tríggir av fimm sponskum hálvfinalustum ikki sleppa í eina europeiska finalu, og tað kann enda við, at bert eitt lið verður at finna í lítlu Europa League finaluni.

Tað sá so gott út fyri spanskan fótbólt, tá hálvfinalurnar í Champions League og Europa League vórðu greiðar. Barcelona og Real Madrid í hvør sínari hálvfinalu, og bert Sporting Lissabon hevði kleimt seg ímillum Atletic Bilbao, Atletico Madrid og Valencia.

So tað var av sonnum lagt upp til reinar spanskar finalur í báðum kappingum, men nú kann tað saktans enda við, at bert eitt spansk felag kemur í eina finalu. Valencia hevur heimadyst móti Atletico Madrid í kvøld, og skal vinna eitt 2-4 tap inn aftur, fyri at koma í finaluna.

Hin hálvfinalan er í Bilbao, har Atletic skal venda einum 1-2 tapi móti Sporting Lissabon.

Sannlíkið talar fyri einari reinari spanskari Europa League finalu, men hetta verður alt greitt í kvøld. Tað, sum stendur púra greitt, er, at Champions League finalan stendur millum Bayern München og Chelsea.