Tottenham vann tá saman um kom ein tryggan 4-1 sigur á Burnley í fyrru hálvfinaluni í Liga Cup kappingini. Lítið røkist fyri, at Burnley megnar at venda hesum úrslitinum á heimavølli um 13 dagar. Burnley hevur annars havt eina megnar Liga Cup kapping, har teir undir herrópinum ?Capitol Punishment? hava sligið út bæði høvuðstaðarliðini, Arsenal og Chelsea. Í 1. hálvleiki vóru tekin um, at Burnley fór at koppa enn einum London-liði. Burnley førdi 1-0 í hálvleikinum við einum máli, sum tann ungi Martin Paterson skoraði, tá eitt korter var farið av dystinum. Tottenham-venjarin, Harry Redknapp gav liði sínum av grovfíluni í hálvleikssteðginum, og vóru Spurs hamskiftir, tá teir komu inn á vøllin aftur. Michael Dawson, Jamie O´Hara, Roman Pavlyuchenko og eitt Burnley-sjálvmál vendu einum 0-1 tapi til ein 4-1 sigur, sum gevur Spurs eitt framúr gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinaluna, sum verður á Turf Moor Leikvøllinum tann 19. januar.