José Mourinho sigur, at Ronaldo ikki verður tøkur til Champions League dystin móti Tottenham týskvøldið. Men er tað ein lítið apríl søga? Tað er ikki óvanligt, at venjarar undan dystum siga nøkur ting sum ikki heilt vísa seg at passa. Tí hevur Tottenham valt at taka orðini hjá Real Madrid venjarinum við fyrivarni. Ronaldo varð útskiftur í grannauppgerðini móti Atletico Madrid og hevur ikki spælt síðani.
- Eg havi fingið at vita, at Ronaldo, Marcelo og Karim Benzema ikki verða tøkir fyrr enn til dystin í komandi viku móti Athletic Bilbao, sigur José Mourinho sambært Dailymail.
Sama blaðið veit eisini at siga, at Real Madrid eru áhugaðir í at keypa Didier Drogba frá Chelsea fyri yvir 100 milliónir krónur. Teir hava í ár leigað Emmanuel Adebayor frá Manchester City fyri at styrkja um álopið, men José Mourinho sigst vilja hava 33-ára gamla Didier Drogba til felagið.
Tottenham hevur eisini skaðar at stríðast við. Tí hevur Tottenham venjarin, Harry Redknapp, valt at ikki brúka Gareth Bale í vikuskiftinum, so hann er klárur til brakið týskvøldið.