Londonliðið basti Liverpoolfelagnum. Harvið hevur Tottenham yvirtikið fimta plássið í Premier League.
Sum so mangar ferðir fyrr seinastu dystirnar, var tað Emmanuel Adebayor, sum avgjørdi dystin. Tað gjørdi hann við einum fínum máli, tá seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal. Hetta var fyrsta royndin hjá Tottenham innanfyri træverkið – og vinstrabeins skotið hjá afrikanska áleyparanum smeyg sær inn við nærmaru stong.
Inn til málið kom, hevði Everton verið minst líka væl við í dystinum, sum Tottenham, men tað gjørdist altso ein 1-0 heimasigur.
Ein annar dystur er á skránni í Premier League í dag. Tað er klokkan fýra, tá Manchester United tekur í móti Fulham.