Útoyggjafelagið gevur blað út og skipar fyri stevnudegi

Fríggjadagin stóð Glóðin klár á sølubúðum kring landið. Hetta er blað, sum Útoyggjafelagið hevur givið út við tí endamálið at skapa meir kunning um lív og umstøður á útoyggjunum kring Føroyar

Útoyggjar
Ragnhild Ellingsgaard

- Navnið Glóðin kemst av, at ein glóð líkasum er ímyndin uppá lív. Um glóðin slóknar, so doyr hon og gerst køld. Men við at arbeiða uppá glóðina fært tú so við og við skapt ein størri loga, sigur Olga Biskopstø, nevndarlimur í Útoyggjafelagnum um orsøkina til heitið, sum nýggja blaðið hevur fingið.
Blaðið Glóðin kom fyri fyrstu ferð út fríggjadagin, og er endamálið fyrst og fremst at lýsa lívið og umstøðurnar á útoyggjunum kring allar Føroyar.
- Endamálið er eisini at marknaðarføra útoyggjarnar og gera tær meiri sjónligar, eisini fyri fólki á meginøkinum, sigur Olga.

Skapa samanhald
Hon heldur, at útoyggjarnar ofta tykast sera fjarskotnar fyri fólki, sum liva inni á meginøkinum. Við blaðnum vóna tey at fáa fólk at hugsa um og skilja umstøðurnar hjá øllum teimum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki búleikast á meginøkinum.
Harafturat ynskja tey eisini við blaðnum at skapa samanhald og samansjóða útoyggjaíbúgvarnar, tí tey eru øll í somu støðu og dragast við somu trupulleikar.
- Við at kunna meir um viðurskiftini vænta vit, at felagið eisini kann viðvirka til at betra um umtalaðu viðurskifti. Hetta er jú eisini sjálvt endamálið við at hava eitt slíkt felag, greiðir Olga Biskopstø frá.
Blaðið skal eftir ætlan koma út fýra ferðir um árið, og verður tað fíggjað við stuðli frá fyritøkum, sum lýsa í blaðnum.

Fimm høvuðsevni
Útoyggjafelagið byrjaði arbeiðið við blaðnum fyrst í vár, og nú hava tey so funnið leistin og hava skipað innihaldið.
Ætlanin er at hava fimm høvuðsevni í hvørjum blaðið, harav kunning og tíðindi oyggjana millum er eitt av evnunum.
Harafturat kemur kunning til meginøkið, um hvat hendir á útoyggjunum, umframt at nevndin eisini ynskir at taka ymisk mál upp, sum hava bæði samfelagsligan og politiskan týdning.
Men pláss verður eisini fyri tilfari av tí meiri undirhaldandi slagnum. Í hvøjum blaði verður ein høvuðssøga, umframt at børnini og tey ungu eisini fáa eitt sindur av plássi.

Umboðsráð valt

Í februar og mars mánaða var nevndin í Útoyggjafelagnum á eini ferð kring oyggjarnar, har tey kunnaðu um felagið og teknaðu limir.
Á hesum fundum komu eisini fleiri uppskot fram, um hvat kann verða gjørt fyri at betra um umstøðurnar á oyggjunum, umframt at bygdafeløg vóru sett á stovn, og síðan var eitt bygdaumboð úr hvørjari bygd valt.
Hesi bygdauumboð sita nú saman í einum umboðsráðið, og fer umboðsráðið í næstum undir at velja eina starvsnevnd.
Síðan er ætlanin, at umboðsráðið skal seta í kortið, hvørjum felagið skal arbeiða við, og hesum skal starvsnevndin síðani arbeiða víðari við.
- Høvuðsmálini verða óivað samferðsla og vinna úti á oyggjunum, men har eru fleiri onnur mál, ið eisini kunnu takast upp, sigur Olga.

Stevna í Skúvoy
Tann 13. juli skipar felagið fyri einum ársaðalfundi, sum verður hildin í Skúvoy, og samstundis verður eisini skipað fyri einum Útoyggjastevnudagi.
- Dagurin byrjar við ársaðalfundinum, og síðan verður skipað fyri undirhaldi av ymsum slag gjøgnum allan dagin. Um kvøldið verður so dansur, har bæði harmonikan og eitt orkestur fara at seta sítt dám á, greiðir Olga frá.
Sjálv stevnan byrjar tó kvøldið fyri, tá "Filmurin um raning" verður vístur. Hetta er ein filmur, sum fyri nøkrum árum síðani var tikin upp í Skúvoy, og snýr hann seg um raning av fuglaeggum.
Millum tiltøkini á stevnudegnum verður eisini ein útferð við ferðaleiðara, ein frásøgn um Skúvoy, umframt at ætlanin er at fáa Eyðun Eltør, oljumálaráðharran, sum júst hevur fingið málsøkið um útjaðarapolitikk at umsita, á vitjan.
Peningurin, sum kemur inn hendan dagin, fer allur óskerdur til byggingina av einum bygdarhúsið í Skúvoy.
- Vónandi koma fleiri fólk at vitja á fundinum og stevnuni, bæði frá útoyggjunum og eisini meginøkinum, sigur Olga at enda í stuttu viðtaluni.