Útoyggjastevna á Kirkju Leygardagin

Leygardagin verður árliga útoyggjastevnan og hesuferð verður hon á Kirkju á Fugloy.

Stevnan byrjar longu leygarmorgunin klokkan níggju við morgunmati í tjaldinum og so verður hildið á í einum til út á sunnumorgunin.

Á skránni eru alskyns framsýningar av list og listahandverki, gamlar myndir, gamalt handverkskynstur.

Men harumframt eru eisini gonguferðir, frásagnir, felagssangur, og um kvøldið og um náttina verður bæði føroyskur og enskur dansur.

Á fundinum verður eisini fólkafundur um støðuna á útoyggj og um frámtíðarvánirnar fyri hesi útjaðaraplássini í landinum

Siðbundna togtoganin ímillum útoyggjarnar er eisini á skránni og annars verða eisini ymisk tiltøk fyri børn.

Í sambandi við stevnuna fer strandfarskipið Ritan at sigla allan leygardagin ímillum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, frá klokkan átta á morgni til á midnátt, og fríggjakvøld verður eisini onkur eykatúrur.

Myndin er ein loftmynd hjá www.kortal.fo av Kirkju.