Toyota eftir stødd

Seinasta hósdag stóðu hesir tríggir Toyota bilarnir á rað á Eystaru bryggju í Havn.

 

Tað áhugaverda við hesi myndini er at bilarnir – helst ótilvitað – standa á rað eftir stødd. Fremst er Toyota Auris (avloysarin fyri Corolla), síðan kemur Yaris og Aygo.

 

Síðan Toyota Corolla kom til Evropa fyri 40 árum síðan, sum tann minsti Toyota um okkara leiðir, er hann alla tíðina vaksin nakað, so hvørt sum nýggj modell koma á marknaðin. Nýggi Yaris er eisini størri enn forgangarin.

 

Tendensurin hjá flestu bilmodellum er at so hvørt sum nýggj modell koma, eru tey eitt sindur størri enn forgangarin. Einaferð verður Toyota Aygo kanska líka stórur sum Yaris, og Yaris verður líka stórur sum Auris er í dag. Longdin á hesum trimum bilum er: Auris 4,22 m, Yaris 3,75 m og Aygo 3,41 m.

 

mg