Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru seldir flest Toyotabilar. Í apríl lá Citroén á fremstaplassi.
Tað vísa hagtølini frá Akstovuni. Toyota var í fjør mest seldi bilur, og hevur verið tað í nógv ár. Men fyrraárið var tað Citroen, sum vann »heiður« frá Toyota, sum kortini tók leiðsluna aftur í fjør.
Og sambært tølunum, sum er Toyota framvegis best dámdi bilur millum føroyingar.
Tey 10 mest seldu bilmerkini higartil í ár eru:
1. | TOYOTA | 114 |
2. | CITROEN | 100 |
3. | MITSUBISHI | 69 |
4. | NISSAN | 67 |
5. | FORD | 60 |
6. | VOLKSWAGEN | 40 |
7. | PEUGEOT | 31 |
8. | MERCEDES-BENZ | 28 |
9. | RENAULT | 24 |
10. | KIA | 21 |