TB megnaði ikki at halda fast, og hóast 2-0 leiðslu, taptu tær dystin móti ÍF við trimum settum móti tveimum.
TB tóktist annars at hava takið á dystinum, tí hóast ÍF á ongan hátt legði seg niður, so megnaði heimaliðið at taka tey bæði fyrstu settini.
Men tær megnaðu ikki at halda fast. ÍF kom aftur í dystin, og við mest sum berum treiskni megnaðu tær alla tíðina at halda fast um dystin. Við bara einum setti, har munurin var fleiri enn tveir bóltar, staðfesti úrslitið eisini javna stríðið, sum alla tíðina helt sær. Men stigini fóru tó norður aftur um fjørðin, soleiðis at tær úr Fuglafirði staðfestu, at tær ætla sær heiðursmerki í ár.