Tað er hált og kavi í morgun, og tað kom óvart á nakrar bilførarar. Løgreglan sigur, at tey hava fingið tríggjar fráboðanir um ferðsluóhapp. Men løgreglan sigur, at í líkindum, sum í morgun, verður vanliga koyrt varliga og tískil er bara talan um skrokkskaðar.
Tveir bilar fóru út av vegnum á Skálafirði og ein bilur rendi á ein lyktapela í Havn, men ongin fólkaskaði var í nøkrum av óhappunum.
Annars sigur Landsverk, at tað er hált um alt landið í morgun.