Í gjár og í nátt hevur løgreglan tikið tríggjar mans fyri at koyra við kenning.
Í gjár hendi tað, at ein maður á prutli ikki helt víkiskylduna, tá ið hann kom av eini síðugøtu inn á ein høvuðsveg. Tískil koyrdi hann tvørtur um hávatenn við teirri avleiðing at hann stoytti saman við ein bil, sum kom eftir høvuðsvegnumbrýtur. Ferðin var lítil og eingin fólkaskaði var. Men løgreglan tók føraran á prutlinum og skuldsetti hann fyri at koyra við kenning.
Ì gárkvøldið tók løgreglan ein mann á motorsúkklu fyri at koyra við kenning. Hann rendi á ein bil, men heldur ikki í hesum føri var nakar fólkaskaði.
Og mitt í nátt fekk løgreglan boð um, at ein bilur hevði koyrt út av á bryggjuni í Kollafirði - tó koyrdi hann ikki á sjógv, og eingin fekk skaða. Eisini hesin bilførarin er skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Blóðroynd er tikin av øllum trimum førarunum.
Annars hevur verið stak friðarligt allastaðbni, sigur løgreglan. Men tey hava kortini havt trupulleikar av rossum, sum gingu leys á Oyggjarvegnum, men tey, sum varða av rossunum, fingu boð um tað, so skuldu tey fáa skil á aftur.