Tríggir írar úti

Írska fótbóltssambandið staðfesti á heimasíðu sínari mánadagin, at tríggir av spælarunum hjá Írlandi ikki eru tøkir til dystin móti Føroyum.
Talan er fyrst og fremst um Newcastle-verjuspælaran, Andy O'Brien, sum fekk reytt kort leygardagin. Írska fótbóltssambandið hevur annars roynt at fáa UEFA at broyta støðu í hesum, soleiðis at hann kundi vera við móti Føroyum, men tað verður so ikki gjørt.
Hartil tykist eisini greitt, at Steve Finnan úr Liverpool og Robbie Keane úr Tottnham ikki verða klárir. Finnan hevur drigist við ein skaða í fótliðinum, og hóast vónin var at hava hann tøkan longu leygardagin, so varð tað av ongum. Og nú verður hann so heldur ikki við mikudagin.
Og endaliga fekk Robbie Keane ein skaða í økslina leygardagin. At byrja við vistu tey ikki greitt, hvussu álvarsligur hesin var, men nú tykist hann eisini »ruled-out« sum tey taka til.