Tríggir stórir sigrar og eitt satt drama

Løgmanssteypið:

Kl. 14.00 B36 – KÍ 3-4 ell

Kl. 15.00 Skála – TB 5-1 og Víkingur – B68 10-0

Kl. 17.00 HB – B71 4-0

 

Tríggir trivaligir favorittsigrar og KÍ sigur í Gundadali í stórum drama ímóti B36.

Hetta var úrslitið, nú allar fýra fjórðingsfinalurnar eru lidnar. Tað ber við sær, at Víkingur, Skála, KÍ og HB vera við í lutakastinum, tá ið tað skal gerast av, hvør skal spæla ímóti hvørjum 8./9. mai og 22./23. mai.

Tað tók sína tíð, áðrenn HB fekk hol á ímóti B71. Símun Samuelsesn skoraði trý mál eftir steðgin, og Dan í Soylu setti punktum í 4-0 haimesigrinum.

Í Sarpugerði var talan um 10-0 heimasigur, tá ið Víkingur spældi ímóti B68.

Á Skála legði Skála seg framum 3-0 í fyrra hálvleiki. Úrslitið varð 5-1.

 

 Tað var dramatikkur og aftur dramatikkur, tá ið B36 og KÍ fyri aðru ferð í fýra dagar spældu í Gundadali.

Skírisdag vann KÍ 3-0 í landskappingini, og í dag vann KÍ 4-3 í steypakappingini. Tað ber við sær, at B36, sum í fjør vann kappingina um løgmanssteypið, er varpað úr steypakappingini, og at KÍ heldur fram í hálvfinaluni.

B36 hevði beina kós í hálvfinaluna, tí B36 var frammanfyri 2-0 inntil í 66. minutti. KÍ setti bæði Darius Lewis og Torbjørn Grytten inn. Darius Lewis minkaði um munin, men tað gekk striltið hjá KÍ at javna.

Avgerandi var tað, at B36 álopsspælarin Brian Jakobsen tvær ferðir sá gult í somu støðu átta minuttir undan javnleiki.

Tá ið tað restaði ein minuttir javnaði innskifti Aksel B. Danielsen, og so var neyðugt við longdari leiktíð.

Tá var neyðugt at skifta dómara, tí Petur Reinert var skaddur. Kári J. á Høvdanum loysti dómaran av.

Innskifti Torbjørn Grytten legði KÍ framum 3-2, men B36 vildi ikki boyggja seg. Innskifti Ragnar Samuelsen javnaði til 3-3, og so var tað, at KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu sjey minuttir.

 

B36 - KÍ 2-2 (2-0) 3-4 ell

1-0: Eli Falkvard Nielsen 8.

2-0: Brian Jakobsen 45.

2-1: Darius Lewis 66.

2-2: Aksel B. Danielsen 89.

2-3: Torbjørn Grytten 96.

3-3: Ragnar Samuelsen 100.

3-4: Jákup B. Andreasen 103.

 

Víkingur - B68 10-0 (4-0)

1-0: Heðin Hansen 6.

2-0: Gunnar Vatnhamar 12.

3-0: Heðin Hansen 14.

4-0: Sølvi Vatnhamar 24.

5-0: Andreas Lava Olsen 70.

6-0: Adeshina Lawal 72.

7-0: Heðin Hansen 78.

8-0: Dion Splidt 81.

9-0: Gert Hansen 85.

10-0: Adeshina Lawal 88.

 

Skála - TB 5-1 (3-0)

1-0: Jákup Johansen 5.

2-0: Heðin Klakstein 36.

3-0: Janus Svabo Samuelsen 45.

4-0: Jákup Johansen 50.

5-0: Janus Svabo Samuelsen 57.

5-1: Stefan Radosavljevic 

 

HB - B71 4-0 (0-0)

1-0: Símun Samuelsen 50.

2-0: Símun Samuelsen 55.

3-0: Símun Samuelsen 68.

4-0: Dan í Soylu 80.

http://www.in.fo/myndasavn/

Niðanfyri er beinleiðis frásøgn frá øllum fýra fjórðingsfinalunum.

----

HB – B71 kl. 17.00

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur Matras Gestsson - Hørður Askham, Magnus Egilsson, Daniel Johansen - Brynjar Hlóðversson, Tróndur Jensen - Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen - Jógvan Skeel Nolsøe, Ari Mohr Olsen

B71: Gerhard Páll Lognberg - Klayver Schimith Do Nascimento, Símin Hansen, Hákun Skoubo Dalsgaard, Maad Ali Aziz, Marcus Clementsen, Gunnar Lydersen, Clayton Soares, Tijani Mohammed, Áki Hentze, Kristian Krog Hentze

00)

HB liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen er á beinkinum, og Tróndur Jensen er eftir langan skaðasteðg aftur millum teir fyrstu ellivu.

15) 0-0

B71 heldur framvegis tørn. HB er fyri tað mesta á bóltinum, og tað hava longu verið fleiri góðar støður í B71 brotsteiginum.

GULT KORT: Maad Ali Aziz hjá B71.

20) 0-0

HB hevur havt tvey hornaspørk, men tað hevur ikki verið vandamikið.

35) 0-0

HB er stórfavorittur, men tað gongur illa hjá heimaliðnum at umseta favorittleiklutin til mál. Higartil hevur tað verið linligt. HB hevur havt einar fýra royndir ímóti málinum, og B71 hevur havt tvær.

38) 0-0

Nú pressar HB fyri at fáa hol á undan steðginum. Síðstu lítlu løtuna hava báðir sandoyingarnir í HB, Dan í Soylu og Ari Mohr Olsen, roynt seg og eisini Adrian Justinussen, men tað er framvegis málleyst.

45) 0-0

Tað hevur verið rættiliga tjúkt í høvuðsstaðnum seinnapartin. Í Gundadali hevur HB ikki funnið málið ímóti B71. Síðstu løtuna undan steðginum hevur tað verið stutt millum HB atsóknirnar, og í sambandi við fleiri hornaspørk hevur tað eisini verið vandamikið, men tað er framvegis málleyst, nú teir eru farnir at hvíla seg.

B71 hevur eisini havt horna og onkra roynd móti HB málinum.

HÁLVLEIKUR

0-0

46) 0-0

Teir á heimaliðnum ætla sær at leggja nógv fyri. Ari Mohr Olsen er beinanvegin framvið, uttan at tað eydnast at skora.

B71 hevur skift út: Brynjar Óli Bjarnason avloysir Kristian Krog Hentze.

50) 1-0

1-0: Símun Samuelsen

So eydnaðist tað HB at fáa hol á. Uppleggið átti Adrian Justinussen, og Símun Samuelsen var málskjútti.

55) 1-0

B71 skiftir aftur út: Tijani Mohammed fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Hans Hentze.

55) 2-0

2-0: Símun Samuelsen

So hevur HB fótað sær, nú veteranurin Símun Samuelsen hevur skorað tvær ferðir.

65) 2-0

HB hevur í seinna hálvleiki havt fýra hornaspørk. Nú hevði innskifti Hans Hentze hjá B71 roynd ímóti HB málinum.

67) Bjørgfinnur Winther avloysir Hákun Dalsgaard hjá B71.

68) 3-0

3-0: Símun Samuelsen

Adrian Justinussen eigur uppleggið, og Símun Samuelsen skorar fyri triðju ferð í kvøld í Gundadali, har tað er av fínasta veðri.

73) 3-0

Tróndur Jensen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Andreas Breimyr inn á HB miðvøllin.

76) 3-0

HB skiftir út: Pætur J. Petersen avloysir Adrian Justinussen.

79) 3-0

HB skiftir út fyri triðju ferð: Símun Sólheim avloysir Jógvan Skeel Nolsøe.

80) 4-0

4-0: Dan í Soylu

84) 4-0

GULT KORT: Símin Hansen B71.

90) 4-0

LIÐUGT

4-0

--

Skála – TB kl. 15.00

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Niels Pauli Danielsen – Pætur Dam Jacobsen, Ólavur Mikkelsen – Ronni Møller-Iversen, Janus Svabo Samuelsen, Heðin Klakstein – Jákup Johansen

TB: Milos Budakovic - Aron Sørensen, Poul Ingason, Ndende Adama Guéye, Dánjal Godtfred - Andrias Sørensen, John Villi Wøldike, Luc Michael Jeggo, Regin í Lágabø - Stefan Radosavljevic, Ivan Ivanovic

00

Líkindini eru góð at spæla fótbólt á Skála, hóast tað er rættiliga tjúkt í veðrinum.

06) 1-0

1-0: Jákup Johansen

Fyritreytirnar eru versnaðar hjá TB, nú fremsti maður hjá Skála, Jákup Johansen, hevur skorað. Ronni Møller-Iversen átti innleggið úr høgru.

19) 1-0

TB skiftir út: Tormóður Djurhuus avloysir Andrias Sørensen.

37) 2-0

2-0: Heðin Klakstein

Spælt verður flatt fram ímillum verjuna, og Heðin Klakstein rennur seg leysan og skorar.

39) 2-0

GULT KORT: Aron Sørensen hjá TB.

44) 3-0

3-0: Janus Svabo Samuelsen

Janus Svabo Samuelsen, sum í dag er framrættaður miðvallari, hevur lagt Skála framum 3-0.

45) 3-0

HÁLVLEIKUR

3-0

46) 3-0

Jens Erik Bruhn avloysir Regin í Lágabø hjá TB.

51) 4-0

4-0: Jákup Johansen

Skála hevur beina kós í hálvfinaluna.

52) 4-0

GULT KORT: Poul Ingason hjá TB

54) 4-0

GULT KORT: Aron Sørensen hjá TB.

Teir í TB skulu ansa sær, at teir ikki fáa reyð kort, nú teirra lagna í steypakappingini í ár tykist vera avgjørd. Tað ræður um at ansa eftir, at talan ikki verður um útvísingar og harvið leikbann í næsta landskappingardysti.

55) 4-0

REYTT KORT: Aron Sørensen hjá TB

So hendi tað, sum ikki átti at komið fyri. TB sá reytt. Aron Sørensen, sum fyri lítlari løtu síðani sá gult, sá beinleiðis reytt kort.

57) 5-0

5-0: Janus Svabo Samuelse

62) 5-0

Andreas Egeberg Jacobsen avloysir Ronni Møller-Iversen hjá Sk+ala.

66) 5-0

Petur Pauli Mikkelsen avloysir Jákup Jakobsen hjá Skála. Petur Pauli Mikkelsen er miðverji og var fyri nøkrum árum síðani fastur maður á Skála liðnum. Hetta er fyrsta ferðin, at hann verður skiftur inn í Skála miðverjuna, síðani hann kom aftur av flatlondum, har hann hevur verið undir lestri.

66) 5-0

Hávar Albinus avloysir Ivan Ivanovic hjá TB.

74) 5-0

Leivur Zachariasen avloysir Ari Olsen á høgra vongverja hjá Skála.

81) 5-1

5-1: Stefan Radosavljevic

Toppskjúttin hjá TB og ein av toppskjúttunum í landskappingini pyntar um fyri TB.

 90) 5-1

LIÐUGT

5-1

 ----

 

Víkingur – B68 kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Philip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal

B68: Kári Jacobsen - Pedro Taracon Anton, Aleksandur Ó. Jensen, Jann Ingi Petersen, Dávur Hansen, Esmar P. Clementsen, Bárður Ó. Jensen, Debes Danielsen, Helgi Johannesen, Otto Reinert Petersen, Gunnar Johannesen

00)

Tað er tjúkt í Sarpugerði, men líkindini eru góð at spæla fótbólt.

06) 1-0

1-0: Heðin Hansen

Hanus Jacobsen leggur innfyri við horna úr høgru, Atli Gregersen stútar aftanfyri handara stólpa og innfyri aftur, og har er Heðin Hansen við høvdinum og stýrir bóltin í málið.

2-0: Gunnar Vatnhamar

Aftur er tað eftir horna frá Hanusi Jacobsen, og aftur er tað við stútara.

3-0: Heðin Hansen

Aftur eftir gott uppspæl. Spurningurin er bara, hvussu stórur heimasigurin fer at vera - um hann verður tveysifraður.

24) 4-0

4-0: Sølvi Vatnhamar

Philip Djordjevic lyftir bóltin innum verjuna, og Sølvi Vatnhamar lyftir bóltin uppum málverjan og í málið.

 

HÁLVLEIKUR

4-0

Víkingur hevur tikið fótin nakar av spidaranum síðsta korterið.

B68 vann fyrsta hornasparkið, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra hálvleiki.

46) 4-0

Allir teir somu eru komnir á vøllin, sum vóru tað frá fyrsta bríksli.

49) 4-0

B68 skiftir út: Petur í Túni Petersen avloysir Helga Johannesen.

57) 4-0

GULT KORT: Otto Reinert Petersen hjá B68.

62) 4-0

Víkingur ger tvær skiftingar: Av vøllinum fara Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen, og á vøllin verða settir Ingi Jonhardsson og Gert Hansen.

68) 5-0

Karstin Clementsen avloysir Bárð Ó. Jensen hjá B68.

69) 5-0

Benjamin Knudsen avloysir Otto Reinert Petersen hjá B68.

70) 5-0

5-0: Andreas Lava Olsen

71) 6-0

6-0: Adeshina Lawal

78) 7-0

7-0: Heðin Hansen

81) 8-0

8-0: Dion Splidt

85) 9-0

9-0: Adeshina Lawal

86) 9-0

GULT KORT: Dávur Hansen hjá B68.

88) 10-0

10-0: Adeshina Lawal

LIÐUGT

10-0

 ----

B36 – KÍ kl. 14.00

Dómari: Petur Reinert

B36: Hans Jørgensen – Jónas Ꝥór Næs, Andrias H. Eriksen, Erling D. Jacobsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen – Gilli Samuelsen, Árni Frederiksberg, Benjamin Heinesen - Brian Jakobsen

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen – Boris Dosljak, Simen Sandmæl, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen

 00)

Sammett við í landskappingardystinum á sama vølli skírisdag, tá ið KÍ vann 3-0 eru tvær broytingar á B36 liðnum. Erling D. Jacobsen er aftur í miðverjuni, og Benjamin Heinesen er aftur í framrættaðari ódn í vinstru. Ragnar Samuelsen og Lukasz Cieslewicz eru í dag á beinkinum.

00)

Ein broyting er á KÍ liðnum. Torbjørn Grytten er á beinkinum, meðan Patrik Johannesen, sum var leikbannaður hósdagin, er aftur í KÍ álopinum.

 01) 0-0

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali. KÍ gevur bóltin upp.

03) 0-0

Tað er stilt og lýtt, men eitt sindur vátt, og tað ávirkar bóltferðina.

04) 0-0

KÍ hevur fríspark í góðari støðu, men Jonn Johannesen sendir bóltin í manngarðin, og so vinnur KÍ fyrsta hornasparkið, sum einki spyrst burturúr.

06) 0-0

B36 vinnur fyrsta hornasparkið, men tað spyrst einki burturúr.

07) 1-0

1-0: Eli Falkvard Nielsen

Benjamin Heinesen kastar ur vinstru langt innkast, bólturin stiklar eitt sindur, og so er tað verjukendi miðvallarin Eli Falkvard Nielsen, sum sendir bóltin í KÍ málið.

12) 1-0

KÍ hevur síðstu løtuna verið tvær ferðir framvið, men klaksvíkingar hava ikki verið nóg grammir í avgerandi støðuni undir málinum.

18) 1-0

Gilli Samuelsen fær fatur á bóltinum, tá ið verjan hjá KÍ spælir upp á tvørs. Hann rekur seg í góða støðu, men tá ið Gilli er einsamallur frammanfyri Kristian Joensen er royndin ikki nóg neyv.

22) 1-0

Árni Frederiksberg hevur ligið eina løtu á vøllinum, men nú er hann komin fyri seg aftur.

25) 1-0

Síðstu løtuna hevur tað mesta gingið fyri seg á miðjuni.

26) 1-0

GULT KORT: Eli Falkvard Nielsen hjá B36 fyri ógvusliga takling ímóti Jákupi B. Andreasen.

31) 1-0

B36 álopið er fínt, Gilli Samuelsen leggur flatt innfyri úr høgru, og úr vinstri rennur Benjamin Heinesen. Hann roynir úr góðari støðu at stýra bóltin í málið, men hann fer væl omanfyri.

33) 1-0

Nógv av B36 uppspælinum er í høgru, har tað verður roynt at leggja trýst á vongverjan í vinstru hjá KÍ, Ólavur Niclasen, sum hevur verið skaddur stóran part av árinum, men hevur spælt tvær tær seinastu ferðirnar.

38) 1-0

KÍ hevur hug at royna seg við fleiri longri sendingum í dag, enn klaksvíkingar gjørdu hósdagin. B36 er grammari og betri skipað á sentrala miðvøllinum í dag, enn heimaliðið var hósdagin.

40) 1-0

Gott KÍ uppspæl, sum endar við, at Ólavur Niclasen leggur innfyri, og Jóannes Bjartalíð stútar við síðuna av B36 málinum.

43) 1-0

Nú gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. Patrik Johannesen hevur góða roynd, og B36 málverjin bjargar, og so hevur Benjamin Heinesen roynd, og bólturin fer framvið KÍ málinum.

45) 2-0

2-0: Brian Jakobsen

Andrias Eriksen vinnur bóltin av Patrik Johannesen og sendir bóltin fram í høgru til Árna Frederiksberg, sum ger skjótt av. Jesper Brinck er einsamallur í KÍ verjuni ímóti Árna og Brian Jakobsen, og tá Árni er komin í brotsteigin í høgru leggur hann bóltin til Brian Jakobsen, sum úr góðari støðu setir bóltin í málið.

45) 2-0

HÁLVLEIKUR

2-0

46) 2-0

KÍ hevur beinanvegin eftir steðgin sett Torben Grytten á vøllin í staðin fyri Jonn Johannesen.

55) 2-0

Hóast klaksvíkingar spenna álopsbogan, so bendir einki á, at KÍ fer at svara aftur.

60) 2-0

Alex Mellemgaard heilfluktar úr 20 metrum eftir horna og útfrá, og bólturin brestur í tvørtræið og so í bakið á KÍ málverjanum.

61) 2-0

Fínt KÍ álop, og Boris Dosljak er í góðari støðu, men hann rakar ikki bóltin.

61) 2-0

KÍ skiftir út: Darius Lewis avloysir Ólav Niclasen.

65) 2-0

Michal Przybylski avloysir Benjamin Heinesen hjá B36.

67) 2-1

2-1: Darius Lewis

Ísak Simonsen leggur innfyri úr vinstru, og við handara stólpa er tað innskifti Darius Lewis, sum við høvdinum sendir bóltin í málið.

B36 skiftir út: Bjarni Petersen avloysir Magnus H. Jacobsen.

72) 2-1

Innleggið hjá KÍ úr høgru er neyvt, og við handara stólpa stútar Torben Grytten, men bólturin fer dygst framvið.

73) 2-1

GULT KORT: Ísak Simonsen fyri fríspark ímóti Eli Falkvard Nielsen.

78) 2-1

Tað kann væl vera, at okkurt mál verður skorað aftrat í Gundadali, tí KÍ leggur øgiliga nógv fyri í royndini at javna. Møguleiki er tískil fyri máli í báðum endum.

81) 2-1

REYTT KORT: Brian Jakobsen hjá B36 sær gula kortið tvær ferðir og verður harvið vístur av vøllinum. Hetta var í samanbresti við Jesper Brinck hjá KÍ.

83) 2-1

Darius Lewis órógvar B36 verjuna nógv.

Aksel B. Danielsen verður skiftur inn á KÍ liðið. Av vøllinum fer Boris Dosljak.

Ragnar Samuelsen avloysir Gilla Samuelsen hjá B36. Talan er um verjukenda útskifting.

89) 2-2

2-2: Aksel B. Danielsen

Simon Sandmæl smekkar til úr 30 metrum. Bólturin rakar í B36 verjuspælara, og so er innskifti Aksel B. Daneislen fyrstur á bóltinum í málteiginum og skorar.

90) 2-2

Tríggir minuttir lagdir aftrat.

LONGD LEIKTÍÐ

2-2

B36 var greitt omaná í tað mesta av einum tíma. So minkaði innskifti Darius Lewis um munin, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Aksel B. Danielsen, sum javnaði.

Vit fylgja við, nú tað verður tvær ferðir 15 minuttir longd leiktíð. Brian Jakobsen varð útvístur fyri løtu síðani. Tí vera tað tíggju í B36 ímóti ellivu hjá KÍ tann síðsta hálva tíman.

91) 2-2

Petur Reinert er ikki dómari, nú tað verður farið undir longda leiktíð. Hann er eitt sindur skaddur og er nú fjórði dómari. Tann leiklutin hevur Kári J. á Høvdnaum havt higartil. Nú er hann dómari.

95) 2-3

2-3: Torben Grytten

Jóannes K. Danielsen leggur innfyri úr høgru, og við nærra stólpa er Torben Grytten fremstur og fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum sendir í málið.

Gott lag millum mælsku KÍ fjeppararnar.

100) 3-3

3-3: Ragnar Samuelsen

Árni Frederiksberg leggur innfyri úr vinstru, og við handara stólpa er tað innskifti Ragnar Samuelsen, sum skorar.

Øgiligur rómur í B36 leguni.

103) 3-4

3-4: Jákup B. Andreasen

Jóannes Bjartalíð tekur horna stutt, fær bóltin aftur, dregur eitt sindur og leggur so í málteigin. Har er eitt sindur av aftur og fram, tað verður bjargað á strikuni, og so er tað KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum skorar.

105) 3-4

B36 hevur mangan reist seg, tá ið talan hevur verið um undirtalsstøður í steypakappingini. Nú var tað tætt við, at B36 javnaði eftir deyðbólt. B36 leggur nógv fyri í deyðbóltsstøðum.

HÁLVLEIKUR

3-4

110) 3-4

B36 leggur øgiliga nógv fyri í roynd at javna. Tað er tá ið talan er um innkast, hornaspark og fríspark, at møguleikin er har.

KÍ uppstillingin er nógv broytt síðani fyrtsa bríksl. Nú er hon

Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen - Darius Lewis, Jóannes Bjartalíð, Simen Sandmæl, Patrik Johannesen - Aksel B. Danielsen, Torben Grytten 

116) 3-4

KÍ skiftir út: Aksel B. Danielsen fer av aftur vøllinum, og í hansara stað verður settur Steinbjørn Olsen.

Hetta er fjórða útskiftingin hjá KÍ. Tað er loyvt at skifta fýra spælarar út, tá ið talan er um longda leiktíð.

117) 3-4

B36 vinnur horna. Árni Frederiksberg leggur innfyri, men bólturin fer framvið øllum.

118) 3-4

B36 pressar og støðan er spent í KÍ brotsteiginum, áðrenn tað eydnast KÍ at varpa bóltin burtur.

GULT KORT: Alex Mellemgaard fyri fríspark ímóti Patrik Johannesen.

120) 3-4

GULT KORT: Torben Grytten fyri fríspark ímóti Erling D. Jacobsen hjá B36

120) 3-4

Tveir minuttir lagdir aftrat.

LIÐUGT

3-4

KÍ er í hálvfinaluni.