Hallur Sumberg, Gudmundur Djurhuus og Tommy Tausen búgva í hesum døgum á Hotel Marriott Courtyard í Tbilisi. Teir eru úr Suðuroy, búgva í Danmark men hava ferðast til Georgia fyri at fylgja landsliðnum.
Tað er í høvuðsstaðarøkinum í Danmark at teir búgva, og arbeiða allir á flogvøllinum í Kastrup.
? Til Georgia fer man ikki í tíð og ótíð. Tað er eitt spennandi land at síggja, vit høvdu allir frí samstundis, so vit gjørdu av at fara, fortelur Hallur Sumberg. Hann hevur saman við Gudmundi Djurhuus ferðast nógv við landsliðnum, men hetta er fyrsta ferðin at Tommy Tausen er við.
Teir vóna sjálvandi, at Føroyar fær eitt so gott úrslit sum gjørligt.
? Tað hevði verið sera gott við einum javnleiki, eru teir samdir um.