Tríggjar broytingar

Triði HM undankappingardysturin í hesum umfarinum verður spældur á Tórsvølli klokkan 16 í dag.

Jógvan Martin Olsen hevur við uppstillingini í dag víst, at hann fegin vil í so stóran mun, sum tað ber til, at halda fast um somu uppstillingina.

Ímóti Serbia (0-2) var Jónas Þór Næs høgri vongverji. Hann var ikki tøkur ímóti Rumenia. Tá var Pætur Dam Jacobsen høgri vongverji, men nú Jónas er tøkur aftur, er tað hann, sum aftur eigur ódnina í høgra verjuborði.

Egil á Bø hevur verið miðverji báðu ferðirnar. Hann hevur spælt undir liðini á Jón Róa Jacobsen, sum ofta hevur verið makkari hjá Fróði Benjaminsen, sum hevur verið skaddur.

Eftir drúgvan skaðasteðg hevur Fróði spælt tveir og ein hálvan landskappingardyst, men venjarin er so mikið fegin um avrikini, sum Egil á Bø hevur sýnt, at hann hevur gjørt av at geva EB/Streyma veteraninum nýggjan møguleika.

Mest merkisvert er tað, at Jógvan Martin í dag hevur gjørt av at geva Arnbirni Hansen møguleikan í fremstu ódnini. Arnbjørn var ikki í hópinum ímóti Rumenia, tá ið Andrew av Fløtum var fremsti maður. Í dag er Andrew á beinkinum.