Hósdagin letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Annika A. Gregoriussen, Kari Roarsdóttir og Durita Flóvinsdóttir sýna fram verk komandi dagarnar Listaframsýningin í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin kl. 17.
Verkini, sum vera við á framsýningini, eru sera ymisk. Annika hevur fyri tað mesta grafiskar myndir og einkultir akrýlmálningar við á framsýningini. Kari hevur oljumálningar, meðan Durita sýnir akvarellir fram á framsýningini.
Framsýningin er opin fram til týsdagin.
Leivur Thomsen og Kolbein Simonsen spæla, tá ið framsýningin letur upp í morgin.