Tríggjar listamilliónir

Komandi tólv dagarnar verða tríggjar milliónir nýttar til mentan á Listastevnuni

LISTASTEVNAN

Samlaða fíggjarætlanin fyri Listastastevnuna 2003 er umleið tríggjar millíónir krónur. Hesar tólv dagarnar í august verða sostatt tríggjar milliónir nýttar til mentan ? list ? meðan Listastevnan er.
Fíggjarætlanin er á leið tann sama sum tær báðar undanfarnu Listastevnurnar. Men hvar kemur hesin peningurin frá? Listastevnan er eitt sjálvstøðugt tiltak, sum í prinsippinum fíggjar seg sjálvt, men tað er Norðurlandahúsið, ið eigur fíggjarligur ábyrgdina.
Umframt Norðurlandahúsið spýtir eisini Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið í. Eisini hevur tað eydnast at fáa stuðul frá Nordisk kulturfond aftur í ár. Ymsir føroyskir sponsorar, t.e. føroyskar fyritøkur á ymsan hátt, og atgongjumerkjasøla gera, at tað ber til at skipa fyri Listastevnu Føroya fyri tríggjar milliónir. Býtið er soleiðis, at ein triðingur ella ein góð millión er Norðurlendskur stuðul, ein triðingur føroyskur stuðul og ein triðingur fæst til vega umvegis atongumerkjasølu.
Stjórin fyri Norðurlandahúsið, Helga Hjørvar, sigur, at Listastevnan so avgjørt er eitt av teimum størstu tiltøkunum, sum Norðurlandahúsið hevur verið partur av.
Hon fegnast í sambandi við hesa stevnuna serliga um, at áhugin hjá føroyskum fyritøkum at stuðla Listastevnuni er vaksin.

Eftir í Føroyum
Av teimum trimum milliónunum verður nógv nýtt til at gjalda teimum nógvu útlendsku listafólkunum fyri ómakin, men ein stórur partur av peninginum verður stoyttur í føroyska peningarenslið.
Eitt nú fer ein hálv millión til flogferðaseðlar, sum fyri tað nógva verður avgreitt í Føroyum. Eini 200.000 krónur fara til føroysk gistingarhús, upplýsir Helga Hjørvar.
Eisini føroysk listafólk fáa líkinda samsýningar frá Listastevnuni.
? Eg skilji ikki fólk, tá tað verður sagt, at tað skal vera bíligari, tá tað eru føroysk listafólk. Tey skulu hava somu sømdir sum hini, sigur Helga Hjørvar.
Men tað er ikki uttan treytir, at Listastevnan rindar góðar lønir.
? Tað skal vera nakað serstakt, sigur Helga
Sum dømi kann nevnast, at Listastevnan ikki vildi ganga við til, at Gestir spældu við á ólavsøkukonsertini.
Tað skal eisini sigast, at útlendsku listafólkini oftani eru ógvuliga lagalig við prísum, og tey krevja aloftast nógv minni, enn tey høvdu kunna fingið aðrastaðni fyri at standa á palli í Føroyum.

Prísir
Listastevnan hevur seinnu árini verið nógv kritiserað fyri prísirnar á atgongumerkjunum. Tað hevur eitt nú verið uppi og vent, at summi tiltøk hava verið illa vitjaði, har atgongumerkjaprísurin hevur verið høgur. Og tað vildi verið ólíka nógv betri við lægri prísum og fleiri fólki.
Men Helga Hjørvar heldur ikki, at prísirnir eru ov høgir.
?Tá fólk vilja keypa atgongumerkir, so kunnu vit eisini vísa yvirfyri okkara stuðlum, at tað er áhuga fyri hesum. Eg haldi, at vit eru ógvuliga afturhaldandi við okkara prísum. Tak eitt nú Ósjónliga sirkusið, sum kostar 550 kr. fyri vaksin í Norra og 250 í Føroyum, sigur Helga Hjørvar, sum vísir á, at eitt stórtfingin ókeypis tiltak verður á nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum.

FAKTA

Listastevnan
Samlað fíggjarætlan: Umleið 3 mió. kr.
Norðurlendskur stuðul: Uml. 1 mió.
Atongumerkjainntøku (mett): Uml. 1 mió.
Føroyskur stuðul: Uml. 1 mió.
Tal av útlendskum luttakarum: Uml. 100
Útreiðslur til flogferðir: Uml 500.000
Ùtreiðslur til gisting: Uml 200.000