Tríggjar systrar funnar myrdar í Fraklandi

Tríggjar systrar vórðu í dag funnar deyðar í einum brennandi húsum í franska býnum Haguenau. Tað vísti seg, at tær vóru myrdar. Tað vóru sløkkilæiðsmenn, sum funnu líkini av teimum trimum gentunum, sum vóru millum fimm og 13 ára gamlar.

Líkini vórðu funnin uppi á loftinum, og niðriundir funnu sløkkiliðsmenninir líkið av pápa teirra. Løgreglan sigur, at genturnar eru myrdar, men einki verður sagt um deyðsorsøkina hjá pápanum.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at foreldrini hjá gentunum, sum eru ættað úr Marokko, vórðu sundurlisin fyri nøkrum mánaðum síðani, og at genturnar vóru komnar heim til pápan at halda nýggjár.