Trý sløg av heilsu
Magni Mohr býtur heilsuna upp í trý ymisk øki:
- Stofskiftis-heilsa
- Hjarta og æðra-heilsa
- Vødda og beinagrinds-heilsa
Program 1: Karin 45 ár, er sera ótrena, og hevur viga alt ov nógv síðan børnini vóru fødd og dámar væl at ganga og hevur góða tíð. Hon vil fyrst og fremst minka munandi um kropsfeitti.
M: Ganga og renna skiftisvís í 60 min. Miðalpulsur ~70% av maksimala pulsinum.
T: Frí. (gongur til arbeiðis)
M: Ganga skjótt í 45 min. Renna 15 min. við miðalferð (~80% av maksimal pulsinum)
H: Frí. (gongur til arbeiðis)
F: Ganga róligt í 90 min.
L: Frí.
S: Renna 5 min (pulsur 80% av maksimala pulsinum) og ganga skjótt 5 min – 5 endurtøkur
Program 1: Vil fyrst og fremst betra stofskiftis-heilsu og í lítlan mun
hjarta og æðra-heilsu og vødda-beinagrindsheilsu.
Program 2: Álvur, 48 ár er ótrenaður, men spældi nógv fótbólt sum ungur. Hann vil gjarna betra um almennu heilsu støðuna, og hevur nakrar vinmenn, sum eru í somu støðu. Teir hava í felag avgjørt at taka sær tíð til sosiala samveru, har teir eisini kunnu venja.
M: Fótbólt á lítlum øki (td. sparkivølli) 3 ímóti 3. 8 dystir á 5 min. 2 min. hvíld ímillum. Pulsur ~85-90% av maksimala pulsinum.
T: Frí. (gongur til arbeiðis)
M: Innardura hockey í fimleikahøll, 3 ímóti 3. 4 dystir á 10 min. 4 min. hvíld ímillum. Pulsur ~85% av maksimala pulsinum.
H: Frí. (gongur til arbeiðis)
F: Sum mánadag.
L: Frí.
S: Renning: 5 min. av miðal skjótari renning (pulsur 85% av maksimala pulsinum), hvíld 3 min ímillum. 4 endurtøkur.
Program 2: Vil hava stóra jaliga ávirkaná øll trý heilsuøki.
Program 3: Kristina er 40 ár og í miðalgóðari venjing. Vektin er sum hon skal, men starvi sum stjóri og mamma at trimum børnum er krevjandi. Hon vil venja, men hevur sera lítla frítíð. Henni hevur altíð dáma væl at renna og svimja.
M: 2 min skjót renning, 1 min hvíld, 5 endurtøkur. Pulsur ~90% av maksimala pulsinum.
T: Frí.
M: 25-50 m skjót svimjing, 45 sek hvíld, x 15-25. Pulsur ~90% av maksimala pulsinum.
H: Frí.
F: Sum mánadag.
L: Frí.
S: Frí.
Program 3: Vil fyrst og fremst forbetra hjarta og æðra-heilsuna, men vil
eisini hava ávirkan á stofskiftis-heilsuna og í minni mun vødda-beinagrindsheilsuna
Soleiðis metir tú tín maksimalpuls
220 minus tín aldur
Pulsurin hjá Àlvi roknast td. soleiðis:
220-48=172 er maksimalpulsurin
Magni Mohr sigur tó at um ein vil hava eina neyvari máting av maksimala pulsinum skulu skikkaðar testir nýtast, men um tú vilt byrja í dag, kann hetta nýtast við fyrivarni fyri óvissum.
.