Klokkan 17 gamlarskvøld var gudstænasta í Kvívíkar kirkju.
Á loftinum sat Ívar Iversen við urguna, sum hann hevur gjørt óteljandi ferðir, síðan hann var 13-14 ára gamal.
Tá ið Theodor E. D. Olsen preestur hevði hildið sína prædiku, kom Ívar Iversen niður av loftinum, og Jógvan Fríðriksson, bispur handaði honum fortjenstmedaljuna úr silvuri frá Margrethu drotning. Bispur handaði medaljuna vegna drotningina.
Hetta var ein hátíðarlig løta. Heilt fitt av fólki var í kirkju, og skótar vóru eisini við.
Ívar Iversen byrjaði so smátt at hjálpa til, longu tá ið hann var trettan ára gamal, og síðan hevur hann spælt í Kvívíkar Kirkju, Kaldbaks kirkju, í Vesturkirkjuni, á Lágargarði og á Hvíldarheiminum.
Trúgvur og drúgvur tænari
- Hann hevur verið trúfastur, ágrýtin og nærlagdur í tænastuni, men hevur ongantíð gjørt nakað hóvasták burtur úr sær sjálvum, sigur Jógvan Fríðriksson.
Hann nevnir eisini, hvussu beinasamur Ívar Iversen altíð hevur verið. Tá ið presti hevur borist frá at møtt til gudstænastu á onkrum stovni, hevur Ívar Iversen sjálvur lisið lestur.
- Aftrat øllum hesum hevur hann sungið fyri lívi í yvir 40 ár, sigur Jógvan Fríðriksson.
Tá ið Ívar Iversen varð kallaður niður av loftinum gamlaárskvøld at fáa medaljuna, spældi hann ikki meira í kirkjuni tann dagin. Ein annar tók yvir.
Men longu dagin eftir, sat 80 ára gamli Ívar Iversen aftur við urguna, og tá ið Kaldbaks kirkju, veit Jógvan Fríðriksson.