Kriminaldeildin á løgreglustøðini kann siga frá trimum innbrotum um høgtíðina. Tey vórðu øll framd fríggjanáttina og vórðu fráboðað leygarmorgun 30 januar.
Tórshøll hevði tann størsta peningaliga missin av hesum innbrotum. Har hevði onkur brotið inn og tikið eini 7000 krónur umframt nakrar sigarettir.
Í Gamla Bókhandli vantaðu 200 krónur og ein telefon, tá fólk varnaðust, at onkur óynsktur gestur hevði verið á vitjan.
Í barnagarðinum hjá nonnunum í Varðagøtu varð eisini eitt innbrot framt. Har vórðu nakrar hundrað krónur tiknar, men løgreglan veit ikki júst, hvussu nógv vantar í.
Felags fyri øll hesi innbrot er, at løgreglan ikki hevur handtikið nakran í hesum málum. Teir arbeiða við at finna fram til gerningsmenninar.