Ótrúligur rómur í ítróttarhøllini í Vestmanna

VÌF gjørdi fyrr í ár sáttmála við danan Marin Ritto, sum skal spæla við Atlantic Airways liðnum, men hansara leiklututur er eisini at fáa tað veitslukent at koma til heimadystirnar hjá VÌF.

Í samband við heimadystirnar hevur tað verið ein veruligur “event” stemningur undan dystunum, tí har er roykur, tónleikur og eitt stórt ljós-show.

Eisini undir dystinum er rættiligur rómur, tá málini eru skotin. Tá verður borðreitt við tónleiki og einum frásøgumanni, sum sigur á undirhaldandi hátt frá hvør hevur skotið málini.

Sosialurin var ígjár til dystin ímillum VÌF og STÌF, har tað var bøla myrkt tá byrjað var at nevna nøvnini á VÌF spælarunum.

Hetta er avgjørt eitt frískt íkast hjá VÌF og Martin Ritto, so fleiri áskoðarar koma til heimadystirnar hjá VÍF .

Kykmynd er undir greinini.