Trølla Omman ætlar at leypa av Ennibergi

Um veðrið er til tað, so ætlar Trølla Omman at leypa av Ennibergi beint eftir døgurða hósdagin. Trølla Omman hevur altíð verið ein heilt serlig omma og hesa avbjóðingina ræðist hon heldur ikki.

Omman hevur fyrr lopið úr tyrlu við fallskíggja, men hesaferð rennur hon við fullari ferð, sum einhvør annar BASE-jumpari, út av Ennibergi.

Ætlanin er at filma hesa stórhending, og skal tað brúkast í komandi filmi við Trølla Pæturi.

Í ommuni hesaferð verður amerikanarin Mike Berwick. Mike er 30 ára gamal og kemur úr bynum St. Paul í Minnesota. Hann undirvísir eisini í fallskíggja-útlopi.

Tað er fyritøkan MBM sum hevur bjóðað Mike til Føroyar.