Tróndur í Gøtu á veg til Tvøroyrar

Tróndur í Gøtu, sum hevur partrolað við Finni Fríða, er á veg til Tvøroyrar við 1.230 tonsum av fiski til virkið hjá Varðin Pelagic. Teir hava 1.205 tons av makreli, 10 tons av sild og 15 tons av svartkjafti.

Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði hava roynt norður ímóti markinum til altjóða sjógv, og hesin túrurin vardi tveir dagar.

Tróndur í Gøtu verður á Tvøroyri um tíggjutíðina í kvøld, og teir fara at landa beinanvegin.