MAKRELUR
- Síðan føroyingar hava skrivað sær sjálvum eina størri makrelkvotu enn frammanundan, hava hini strandalondini sum kunnugt noktað at taka ímóti føroyskum makreli. Undanfarin ár er allur makrelurin farin til matnð. Men hesin makrelur er ikki landaður í Føroyum, tí einki virki hevur verið at taka ímóti fiski frá føroysku skipunum.
Tað skrivar Vinnan í Gøtu á síni heimasíðu. Lagt verður aftrat, at síðan í fjør hevur Faroe Pelagic í Kollafirði tikið ímóti fiski frá nótaskipunum.
- Trupulleikin í fjør - og aftur í ár – er, at virkið í Kollafirði ikki hevur nóg stóran kapasitet at taka ímóti øllum makrelinum, tí hann skal fiskast innan fyri einar tríggjar mánaðir. Fiskiskapurin kann soleiðis ikki drýggjast. Virkið í Kollafirið hevur ikki klárað meir enn 1/3 av tí, sum er neyðugt at frysta inn fyri at halda tørn. Hetta kemur vónandi at vaksa upp um eina helvt í øllum førum. Betringar eru longu at síggja. Tey hjá Faroe Pelagic arbeiða hart fyri at økja um kapasitetin.
Positiv kapping
Á heimasíðuni hjá Vinnuni verður víst á, at tað er gott fyri øll skip, sum fiska makrel undir Føroyum, at vit við risaskipinum Lafayette hava fingið frystikapasitet til landið, soleiðis at vit sleppa undan at landa makrel til ídna.
- Øll munnu vera samd um, at vit eiga at fiska makrelin til matna, og tað er møguligt, nú vit hava fingið nóg stóran frystikapasitet. Ein onnur síða av somu søk er, at tú fært sjáldan rætta prísin, tá tað bara er ein keypari. Tá er tað betri við tveimum ella fleiri, skrivar Vinnan.
Í greinini verður víst á, at fyrsta landingin hjá Tróndi í Gøtu til Lafayette gekk bæði skjótt og væl.