Tróndur og Thomas Hans í hopla

Fótbóltslagið er framúr á Argjum í kvøld. 8-1 heimasigurin í nógva vindinum seinnapartin í dag ber við sær, at AB aftur er partur av bestu fótbóltsdeildini.

Fyrr í ár hevur tað onkuntíð verið ivi um, hvussu ungu AB spælararnir hava staðið seg, tá ið mest hevur staðið á.

Í dag var kortini eingin ivi. AB vant burturúr KÍ, sum hevði brúk fyri øllum stigunum. Stóru málskjúttarnir hjá AB vóru Tróndur Sigurðsson og Thomas Hans Rubeksen, sum skoraðu trý mál hvør. Hini AB málini skoraðu Alex Mellemgaard og Kenneth Jacobsen.

Einsamalla KÍ málið syrgdi David Bertholdsen fyri.