TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við miðvallaran hjá HB, Trónd Jensen, aftaná tepra 1-0 sigurin ímóti TB við Stórá í Trongisvági fyrr í dag.
Tróndur Jensen viðgongur, at tað stóð nógv á í seinna hálvleiki, tá TB hevði eitt stórt trýst. TB legði nógv fyri at javna, men eydnan var ikki við teimum. Tróndur Jensen slær tó fast, at tað eisini er týdningarmikið at vinna, tá ein spælir minni væl.
Leikliga er Tróndur ikki nøgdur við avrikið hjá HB, men hann staðfestir, at Trongisvágur er ein torførur útivøllur hjá øllum liðum, og tí er at fegnast um tey trý stigini, sum komu til høldar.