Tróndur Vatnhamar verður aftur at síggja sum málmansvenjari hjá HB í 2021. Hann hevur seinni árini verið málmansvenjari hjá B36, men skiftir nú aftur til grannarnar, har hann hevur verið fyrr.
- Hann er ikki heilt ókendur í felagnum, bæði sum leikari og málmansvenjari. Í tíðarskeiðnum 2005-2008 spældi hann 45 dystir á okkara besta mansliðið, og var millum annað við til at vinna eitt tað mest dramatiska meistaraheitið í søgu felagsins í 2006. Frá 2013 til 2017 var hann málmansvenjari hjá okkara fremsta mansliðið, og eftir nøkur ár sunnanfyri, verður hann nú aftur at síggja og hoyra á norðaru hálvu í Gundadali, skrivar hb.fo.