Trýr framvegis upp á frysting

Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur higartil í heyst, hevur Tórhallur Randrup, skipari á Sjagakletti, sum partrolar saman við Gullbergi, ikki mist vónina um, at tað fer at loysa seg at fiska undir Føroyum og frysta veiðina umborð.

- Nei, eg havi góðar vónir. Tað, sum krevst, er, at fiskiskapurin eftir upsa verður betri, sigur hann.

Herfyri lógu skipini nakrar dagar, tí trupulleikar vóru við spælinum hjá Gullbergi. Skipini, sum eru frystiskip, hava annars riggað væl, síðan tey fóru á fyrsta túrin hin 21. juni í ár.

- Hetta eru góð skip, sum eisini roynast væl í sjónum, sigur royndi skiparin.

Umframt at Sjagaklettur og Gullberg frysta veiðina umborð, frysta Brestir og Vesturleiki eisini.

Sjagaklettur og Gullberg vórðu keyptir heim til Føroya sum frystiskip. Hinvegin eru Brestir og Vesturleiki umbygdir til frysting. Tvey onnur skip, sum fiska í føroyskum sjógvi, frysta eisini veiðina umborð. Tað eru garnaskipini, Ågot og Anita.

Tað er nýtt í føroyskari fiskiskipavinnu, at skip, sum fiska undir Føroyum, eru farin at frysta veiðina umborð. Tað merkir so eisini, at skipini landa ikki ísfisk, sum kemur til virkingar á landi, ið vanligt hevur verið gjøgnum mong ár.

Tórhallur Randrup sigur, at skipini hava verið á fyrsta botnfiskatúrinum, sum vardi í ein mánaða. Skipari á Gullbergi er hvalbingurin, John Martin Poulsen.

- Fyrstu tríggjar mánaðirnar vóru vit á makrelveiði, og nú hava vit so gjørt fyrsta túrin eftir botnfiski. Veiðan eftir upsa hevur verið smálig í seinastuni, men vónir eru um, at fiskiskapurin fer at batna, nú tíðin skuldi verið hin besta til hesa veiði.

Skiparin sigur, at henda mánaðin hava skipini fiskað og fryst 212 tons tilsamans, 60 tons eru kongafiskur, 40 tons svartkalvi, og síðan er restin upsi. Fiskurin er avhøvdaður, og nakað av svartkalva er eisini skráskorið.

Tórhallur Randrup sigur, at veiðan av seinasta túri er ikki løgd upp. Tað verður ikki gjørt, fyrr enn skipini koma inn aftur til jólar.

- Hvørt skipið tekur 270 tons, so enn er gott pláss í lastunum. Eg havi lovað manningini, at skipini koma inn aftur til jólar, og tað hevði verið óført, um bæði skipini tá høvdu fulla last, sigur skiparin.

Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur higartil í heyst, hevur Tórhallur Randrup avgjørt ikki mist mótið um, at tað fer at loysa seg at fiska undir Føroyum og frysta veiðina umborð.