FF-val
Jan Højgaard hevur endurvunnið formanssessin í Fiskimannafelagnum. Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp í gjár, var greitt, at verandi formaður hevði fingið 653 atkvøður og avbjóðarin, Henrik Old, hevði fingið 380 atkvøður.
Tilsamans 1049 fiskimenn nýttu høvi at velja, og tað svarar til eina luttøku upp á 37%, ið soleiðis er ógvuliga lítil.
Av teimum, sum valdu, fekk Jan Højgaard 63% og Henrik Old 37% av atkvøðunum.
16 atkvøður vóru blankar ella ógildugar.
Jan fegin
Jan Højgaard sigur seg vera ógvuliga fegnan um valúrslitið.
- Eg væntaði ein sigur, men tá val er, kanst tú ongantíð vera fullvísir í, hvønn veg tað fer. Tí visti eg eisini, at úrslitið kundi koppa Henriki til fyrimunar.
Afturvaldi formaðurin sigur, at fiskimenn hava dugað at sæð, at felagið seinastu trý árini ikki kundi fáa tey heilt stóru málini av skafti, tí umstøðurnar hesi árini hava verið rættiliga serstakar.
- Í valskeiðnum ruku oljuprísirir upp í gjøgnum, og tá teir komu niðuraftur á eitt líkinda støði, gekk galið bæði við veiði hjá ávísum skipabólkum og fiskaprísum.
Jan heldur, at hesi viðurskifti eru orsøkin til, at tað ikki eydnaðist honum at fáa tað heilt stóra av skafti í farna valskeiði, sum hann sjálvur tekur til.
- Hinvegin upplivdi eg í valskeiðnum, at menn royndu at baktala meg, men tíbetur vóru tað ikki so nógvir fiskimenn, sum hoppaðu upp á hetta. Úrslitið av valinum vísir, at fiskimenn tíma ikki at brúka tíð upp á sleyg, sigur hann.
Samla truppin
Fyrsti stjórnarfundur eftir formansvalið verður ætlandi í hesi vikuni, og Jan Højgaard sigur seg hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast honum at savna truppin, soleiðis at menn í enn størri mun kunnu draga eina línu.
Tað er eingin loyna, at leiðslan í Fiskimannafelagnum stundum hevur gingið í tveimum bólkum, har formaðurin saman við trimum øðrum stjórnarlimum hevur verið í tí størra – og síðan hevur næstformaðurin saman við tveimum øðrum stjórnarlimum verið í tí minna.
Men í farna valskeiði noyddist Jan sum formaður eisini at taka í seg aftur onkrum av tí, hann gjørdi.
Tá limir í felagnum, sum mynstraðu við Carlton, seinni vórðu burturvístir, noyddist Jan at taka málið aftur og taka limirnar innaftur, tá tað seinni vísti seg, at hann ikki hevði ein meirilutan av felagnum aftanfyri seg.
Sjálvur ásannar Jan, at hann kanska hevur tikið onkrar ivasamar avgerðir, sum í hesum førinum.
- Men eisini í hesum málinum hevði eg orsøk til at halda, at eg hevði ein meiriluta í nevndini aftanfyri meg, leggur hann aftrat.
Hann ásannar eisini, at hann kanska í onkrum føri hevur úttalað seg nóg so harðliga í ávísum viðurskiftum.
- Jú, eg dugi væl at síggja, at eg í onkrum føri kundi havt orðað meg eitt sindur øðrvísi. Men eg veit, at tað eisini eru fiskimenn, sum hava dámt mín kontanta máta at siga tingini upp á.
Jan leggur aftrat, at tað eru eisini aðrir fakfelagleiðarar, sum stundum úttala seg ógvusliga – og ikki bara hann sjálvur.
- Eg trúgvi kortini, at hesi trý árini havt lært meg at vanda mær meiri um orðavalið. Tað, eg havi sagt, generar ikki meg, men tað kann sjálvandi órógva onnur. Tað vísir seg, at tá eg havi verið nokso kontantur, so eru úttalilsini farin sum ein boomerang. Hesi trý árini havi eg gjørt mær nakrar erfaringar, sum eg trúgvi fara at koma mær og øllum felagnum til góðar hesi komandi trý árini, sum liggja fyri framman, sigur hann og leggur aftrat, at hann neyvan fer at leypa framav, soleiðis sum hann ásannar, at hann onkuntíð hevur gjørt í óðum verkum.
Standa saman
Jan Højgaard heldur, at høvuðsorsøkin til, at tvídrátturin í leiðsluni gjørdist so stórur í heyst og í vetur, var, at formansvalið stundaði til.
- Nú er valið av, og eg ivist onga løtu í, at samanhaldið í leiðsluni verður nógv betri, enn seinasta tíðin hevur víst.
Afturvaldi formaðurin er til reiðar at leggja tað farna aftur um seg, og hann ivast heldur onga løtu í, at tað fara hinir í stjórnini, sum tvídráttur hevur verið við, eisini at gera.
- Vit fara nú undir eitt nýtt skeið í felagnum, og eg havi góðar vónir um, at vit fáa trý fruktargóð ár – fiskimonnum at frama.
Jan Højgaard leggur dent á, at eitt er, at stjórnin, sum er leiðsla felagsins, fer at standa saman um tey mál, sum liggja fyri framman, men hann vónar eisini, at tað fer at eydnast felagnum í enn størri mun at fáa fiskimenn at standa saman um felags mál.
- Nú hava vit einki at berjast um innanhýsis, og tí fara vit at brúka allir góðar kreftir til at stríðast fyri okkara limum. Eg fari í hvussu er at gera mítt besta til at røkka tí máli, sum felagið hevur, bæði í leiðsluni og út til okkara limir, sigur afturvaldi formaðurin.
Eftirløn fremst
Spurdur, hvørji mál liggja frammarlaga hjá honum sum formanni og hjá felagnum, nú skjøtil verður settur á eitt nýtt 3-áraskeið, sigur Jan Højgaard:
- Uppá stutt sikt er tað eftirlønin, sum vit fara at taka hond um, og upp á longri sikt er tað okkara ynski, at fiskimenn hava frí um jólini. Ynski er, at ísfiskaskipini liggja um jólini og millum jól og nýggjárs.
Formaðurin ásannar, at hetta eisini var hansara ynski, tá hann varð valdur á valinum fyri trimum árum síðan, og tí ásannar hann, at hetta ivaleyst verður nakað, sum kemur at taka tíð.
Upp á fyrispurningin, um Fiskimannafelagið kundi hugsað sær broytingar í sáttmálum í hesi skeiði, sum nú byrjar, sigur Jan Højgaard, at sáttmálaviðurskifti er nakað, sum hugt verður eftir alla tíðina.
- Hetta er nakað, vit taka upp, tá vit í leiðsluni eru savnaðir. Hetta taka vit so hvørt, sum tað kemur, sigur formaðurin.
Royndur í leikum
At enda spurdu vit afturvalda formannin, um hann hevur tosað við avbjóðaran, Henrik Old, eftir at valúrslitið fyrilá.
- Nei, eg havi ikki vent mær til hansara, men eg trúgvi ikki, at Hendik Old fer at bera nag til mín fyri hansara ósigur. Hann er royndur í leikum, og eg ivist onga løtu í, at hann kemur yvir hetta, sigur Jan Højgaard.