Um 21-tíðina í gjárkvøldið kom útróðrarbáturin Borgin úr Klaksvík fram á eitt lík í sjónum. Sannlíkt er talan um horvna Heina Olsen. Tað kann saktans vera horvni Heini Olsen, ið nú er komin aftur í aftur.
Um 21-tíðina í gjárkvøldið kom ein útróðrarbátur fram á eitt lík út fyri brennistøðini í Leirvík, heldur nærri Borðoyarlandinum. Talan er um ein manspersón.
Av politistøini í Runavík verður sagt, at líkið var í einum slíkum standi, at mett verður, at viðkomandi er farin innansunds.
Í gjárkvøldið var eingin, sum við vissu kundi staðfesta, at talan er um Heina Olsen, men fólk, ið hava møguleika at eyðmerkja líkið, eru boðsend í morgun.
Líkið varð flutt á Landssjúkrahúsið, har tað verður kannað.
Av politistøðini í Runavík verður sagt, at tað sannlíkt er talan um horvna Heina Olsen, men at tað sjálvandi er ein lítil møguleiki fyri, at talan kann vera um onkran útlendskan sjómann, ið er sjólætin uttan at løgreglan í Føroyum hevur fingið boð um hetta.
Tað var 3. mai, at Heini Olsen hvarv, og stórstílað leiting varð sett í verk. Hendan gav tó einki úrslit, og eftir 14 døgum var leitingin avblást. Síðani tá hevur ikki verið nøkur skipað leiting eftir Heina Olsen.
Væntandi er greitt einaferð fyrrapartin, um talan er um horvna Heina Olsen.