Trýstið er stórt á Víkingi

Møguleikin fyri luttøku í Europa næsta summar hongur í klænum tráði

Nógvu tey seinastu árini hevur Víkingur átt pláss í europeisku kappingunum. Í 2010, 2013, 2014, 2015 og 2016 var tað sum vinnari av kappingini um løgmanssteypið, og í fjør og í ár hevur tað verið í meistarakappingini.

 

Í gjárkvøldið vann B36 finaluna í steypakappingini ímóti HB. Harvið hevur B36 tryggjað sær atgongumerki til europeisku kappingina næsta summar. Tað ber aftur við sær, at umframt luttakaran í europeisku meistarakappingini, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma verður HB, verður tað bara pláss fyri tveimum øðrum føroyskum liðum aftrat í Europa.

Tað vera nummar tvey og nummar trý í landskappingini.

 

Nú tað resta sjey umfør sigur stigatalvan, at KÍ er næstfremst við 44 stigum, og NSÍ er á triðja plássi við 42 stigum.

Víkingur er á fjórða plássi við 35 stigum. Um tað skal eydnast Víkingi at vinna seg í nýggja luttøku í Europa, so er neyðugt í sjey teimum síðstu umførunum at vinna sjey stig fleiri enn NSÍ ella níggju stig fleiri enn KÍ.

Næsta avbjóðingin hjá Víkingi verður fríggjakvøldið ímóti KÍ í Klaksvík.