Trýstið gav úrslit

Fótbóltur: GÍ vann heimadystin móti Sumba við tveimum málum móti ongum, men tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at stigini vórðu fingin til høldar

GÍ-Sumba 2-0 (0-0)


Einki var at taka seg aftur í, at gøtumenn vóru favorittar, tá teir sunnudagin skuldu royna seg móti sumbingum.

Sumba, sum nú spælir triðja árið á rað í bestu deildini, hevur sum aðalmál at varðveita sessin í fremstu røð, meðan gøtumenn hinvegin hava verið »liðið« í føroyskum fótbólti seinasta tíggju ára skeiðið ella so.

Tey bæði seinnu árini hava málríkastu dystirnir á árinum júst verið uppgerðirnar millum GÍ og Sumba, so mong vóru helst, sum væntaðu, at Sumba enn einaferð skuldi verða kanónføði hjá gøtumonnunum. Harumframt høvdu gøtumenn nakað av hevna, tí sæð í bakspeglinum var tað júst javnleikurin suðuri í Sumba, sum kostaði teimum gullmerkini í fjør, so alt talaði fyri einum greiðum heimasigri.


Tamur fyrri hálvleikur

Líkt var tó beinanvegin til, at sumbingar als ikki ætlaðu at geva nakað frá sær, nú teir høvdu lagt leiðina norðueftir.

Allan fyrra hálvleik løgdu teir sera stóran dent á verjuspælið, har Marlon Kjærbo, sum nú aftur spælir við Sumba, royndi at stýra monnum sínum.

Taktikkurin hjá sumbingum eydnaðist eisini rættuliga væl, tí fyrstu trý korterini megnaðu teir at halda skurunum frá fatinum, soleiðis at tað framvegis stóð á jøvnum, tá farið varð til hálvleiks.

Áskoðaravinarligan fótbólt var tó ongantíð talan um hesi trý korterini. Sumbingar góvu sær góðar stundir til at avgreiða deyðbóltsstøður sínar, og hetta var eisini viðvirkandi til, at ferðin á dystinum gjørdist rættuliga lág.


GÍ átti alt

Í seinna hálvleiki legði heimaliðið beinanvegin bragdligari fyri, men hóast talan nú gjørdist um fleiri vandamiklar royndir, so eydnaðist tað teimum ikki at skjota mál.

Eigil Olsen tók sær av tí allarmesta, sum kom, og var málverjin ikki á rætta stað, so hevði hann træverkið at líta á.

Sum dysturin leið, gjørdust teir á heimaliðnum alsamt grammari at fáa mál, og tá eini tíggju minuttir vóru eftir at leika, var um reppið at hetta kostaði. Jan Poulsen slapp oman at baklinjuni, men tá hann skuldi leggja bóltin út frá, heilkiksaði hann, og so var tann royndin av ongum.

Lítla løtu seinni eydnaðist tað so heimaliðnum at fáa bóltin í netið, men tá hetta hendi, fingu teir kortini góða hjálp frá sumbingum. Eitt skot varð sent úr vinstru síðu, sum Eigil hálvbjargaði, men tá Marlon skuldi sparka bóltin burtur, langaði hann til á tvørtræið, haðani bólturin støkk á høvdið á Óla og so í málið.

Málið avgjørdi í roynd og veru dystin, men áðrenn dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, høvdu gøtumenn aftur havt bóltin í netinum. Hetta hendi tá sumbingarnir vóru heldur óansnir í verjuni. Bólturin varð trillaður tvørturum vøllin. Hans Pauli Petersen fekk fatur á honum og gjørdi skjótt av. Kósin varð sett móti málinum, og einsamallur við Eigili kundi hann sláa sigurin fastan.


Sum vera man, so vóru sumbingarnir sera harmir um, at annað stigið soleiðis glapp teimum av hondum í evstu løtu.

Ikki tí, sum skilst ásannaðu teir eisini, at GÍ sigurin allarhelst var uppiborin, men tá teir nú megnaðu at halda málið reint í 85 minuttir, so er sjálvandi keðiligt at standa eftir við ongum.

Gøtumenn fingu sostatt fyrstu stigini á árinum, og hóast flestu áskoðararnir lata illa at, tá tosað verður um vónirnar fyri árið, so man tað neyvan vera at taka ov dyggan til, tá vit gita, at Johan ivaleyst fer at fáa okkurt gott burtur úr.

Fyri einum ári síðani vóru í øllum førum ikki mong, sum roknaðu við, at GÍ bert skuldi vera ein javnleik í Sumba frá meistaraheitinum, men eisini ta ferðina eydnaðist tað venjaraúrmælinginum at fáa úrslitini við sær.


GÍ-Sumba 2-0 (0-0)


1-0 Óli Hansen 84.

2-0 Hans Pauli Petersen 90.


Dómari: Birgir Sondum


GÍ:

Sunnvard Joensen - Áslakur Petersen, Bartal Eliasen, Leivur Hansen - Rúni Justinusen, Jóan Pauli Olsen, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor, Súni Olsen - Óli Hansen, Hans Pauli Petersen


Sumba:

Eigil Olsen - Bergur Winther, Marlon Kjærbo, Dánjal Johan Joensen - Mortan úr Hørg, Sasa Tomajek, Spasojé Biberdzic, Hans Jacob Thomsen, Nikola Biberdzic - Eirikur Joensen, René Thomsen